2016-04-01 21:52
Í morgin verður enn ein spennandi uppgerð á Dungasandi, har vit fáa vitjan av Argjum, ið seinastu árini hevur megnað at gjørt lívið trupult fyri okkum. Dysturin verður kl. 15:00 í morgin, leygardagin 2. apríl.
Dysturin í morgin er 3. umfar í 1. deild. Vit løgdu varliga frá landi við 1-0 sigri móti KÍ á útivølli. Vikuna eftir fingu vit so heilt aðra mótstøðu, og tá útiliðið legði seg á odda tíðliga, fyrst eina ferð og so við tveimum málum væl fyri hálvleik, so støðan ikki góð út. Okkara leikarar komu tó sera uppsettir út til annan hálvleik, og at enda var tað uppiborið at vit hálaðu javnleik í land.
Leikarar og venjarar hava nú havt tvær vikur at finna røttu blandingina til AB-dystin. Sum skilst eru nakrir leikarar ivasamir, og serliga danski framherjið okkara verður saknaður, um hann ikki verður klárur. Vónandi eyðnast tað.
Sum áður sagt, hevur AB ofta gjørt lívið trupult fyri okkara. Í fjør taptu vit báðar dystirnar á Argjum og fingu javnleik heima, altso bara 1 av 9 stigum.
AB-liðið er tó nógv skert síðan í fjør. Fleiri av leikarunum eru fluttir aðrastaðni, serliga til Giza/Hoyvík, meðan onkrir eru hálaðir uppá besta liðið, har eisini nógvar broytingar hava verið.
Spennandi verður at síggja hvussu lið okkara fer at síggja út, men óansæð skal hart arbeiði til, fyri at knógva argjamonnum. Vit síggjast í Sørvági, skrivar 07vestur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald