2018-12-12 12:23
Løgtingið atkvøddi fyri løtu síðani um, at føroysku bryggjaríni skuldu sleppa at selja sterkari øl, eitt uppskot sum Magni Laksafoss hevði fingið lyfti um at samgongan fór at taka undir við.
Til 2. viðgerð vóru tað fleiri í tinginum ið stemmaðu fyri uppskotinum enn ímóti, men til 3. viðgerð fall uppskotið 16 vóru ímóti og 15 fyri. Í samgonguni vóru tað Kristin Michelsen og Hendrik Old ið stemmaðu ímóti uppskotinum.
Magni Laksafoss segði í Degi & Viku mánakvøldið, at uppskotið var partur av einari avtalu hann hevði gjørt við samgonguna fyri at taka undir við fíggjarlóguni fyri komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald