Uppskot at betra ferðslukervið millum flogvøllin og meginøkið.
Nú verður aftur nógv tosað um Hálsin norðanfyri Sandavág. Hetta uppskotið var frammi í Vágaportalinum herfyri. Torført er at skilja, at nakar skal tosa um annað enn hesa loysnina.
??ll vita, at vegurin frá Vágatunlinum til Flogvøllin er alt annað enn tíðarhóskandi. Langa og tunga brekkan niðan á Háls móti Sandavági, trupuleikin av hálku og kava um Hálsin, koyrt verður í tættbygdum øki millum hús í Sandavági og Miðvági, har ferðsluforðingarnar eru nógvar ??? alt hetta darvar, er orku- og tíðarkrevjandi og vandamikið fyri ferðsluna og fyri vaksin og børn í báðum bygdunum.
Hvat kundi verið øðrvísi?
Tíbetur varð tunnil ikki gjørdur frá Vágatunlinum móti Sandavági, sum fleiri hava tosað um.
Tíbetur er nýggjur landsvegur ikki gjørdur gjøgnum bøin omanfyri Sandavág og Miðvág, sum LV hevði ætlanir um.
Einasta rætta loysnin er, at gera tunnil frá Vágatunlinum til Vatnsoyrar.
P/F Vágatunnilin eigur at fara undir at gera og reka henda nýggja tunnilin, sum verður uml. 6.000 m. langur ??? nakað sama longd sum Norðoyatunnilin.
Kostnaðurin verður, við tí prísstøði vit hava nú, uml. kr. 300-400 mill. sum verða fíggjaðar við núverandi inntøku av bummgjaldinum í Vágatunlinum, leystliga mett í eini 10-15 ár.
Verkætlanin kann verða gjørd heilt uttanfyri føroysku fíggjarlógina. Málið um, at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin, verður eisini loyst við hesum uppskoti.
Nýggi tunnilin er at meta sum liðugtgerð av stóru verkætlanum báðum, Vágatunlinum og Vága Floghavn. Føroyar fáa tá gott undirstøðukervi til nýmótans flogsamband við útheimin.
Nógvir fyrimunir verða við nýggja tunlinum:
Í minsta lagi 10-12 minuttir verða spardir at koyra millum flogvøllin og Vágatunnilin. Tá ið eisini verður roknað við minni hæddarmuni á vegastrekkinum, sparir hetta nógv brennievni, CO-2 útlát og slit.
Ferðsluvandin verður nógv minni í Miðvági og Sandavági, tá ið ferðslan millum hús minkar.
Tað slepst undan vandamikla vegateininum um Hálsin norðan fyri Sandavág. LV sparir kavagrevstur og viðlíkahald á hesum vegastrekki.
LV og Vága Kommuna sleppa undan at byggja ferðsluforðingar í Miðvági og Sandavági.
LV sleppir undan at gera nýggjar vegir omanfyri Sandavág og Miðvág við tilhoyrandi til- og frákoyringum.
Eingin vegastubbi nýtist at verða gjørdur til nýggja tunnilin, av tí at tunnilsmunnarnir verða beint við verandi landsveg.
Av tí at tunnilsmunnin við Fútaklett vendir suðureftir og munnin við Vatnsoyrar vendir norðureftir, verður náttúrligur gjóstur, sum sparir nógvan pening til luftskifti.
Lítið líðandi hall verður í tunlinum allan vegin móti eystri. Einki dálkandi frárensl verður tá leitt í Vatnið.
Nýggji tunnilin fær ongan neiligan týdning fyri Miðvág og Sandavág.
Fyri Sandavág verður fyrimunur av koyra umvegis Vatnsoyrar, tá ið ikki eru góð koyrilíkindi um Hálsin á vetri.
Fyri Miðvág verður altíð fyrimunur at koyra umvegis Vatnsoyrar.
Grótið úr nýggja tunlinum er virðismikið og kann seljast fyri fitt av peningi. Verkætlanin er arbeiðsskapandi fyri samfelagið.
Komið í gongd!
heilsan
Dánjal Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald