2021-08-06 06:47
Uppískoyti til innslag hjá KvF í útvarpinum mikukvøldið 4. aug. kl. 18 um, at SEV ikki longur skal framleiða vindorku
Í samrøðuni við útvarpið endurgavundirritaðifrá nøkrum av teimum viðurskiftunum, sum eru umrødd millum landsstýrið, Kommunufelagið og SEV, har eitt ynski hjá landsstýrinum um at SEV ikki luttekur í vindorkuvirksemi er framført og umrøtt.
Innslagið kann kanska misskiljast á tann hátt, at ynskiðhjá landsstýrinum er góðtikið av SEV og kommununum.So er ikki.
Kommunurnar og SEV hava noterað sær ynskini hjá landsstýrinum. Enn eru ynskini ikki viðgjørd, tað verður gjørt í næstum, tá ið fólk eru komin aftur úr feriu.
Vinalig heilsan
Kári Johansen
nevndarformaður í SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald