Vinna

Uppisjóvarlandingar í Miðvági - søguligt

...

2019-01-22 08:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Katrin Jóhanna liggur á Miðvági við 300 tonsum av makreli, sum vera landa til Snarfrost, ið hevur ligið stilt síðan Fiskavirking stongdi virkið fyri áleið 10 árum síðan.

Tað er í sær sjálvum ein stórur dagur í Miðvági.

Hetta er tó ikki fyrstu fer uppisjóvarlast er landa á Miðvági úr tangum.

Snarfrost tók ímóti smærri nøgdum av makreli, um 10 tons um ferðina nakrar ferðir í 1980unum.

Gullfinnur úr Vestmanna landaði svartkjaft til North Atlantic (virki við uttaru kai) í 1988.

Og um tosa verður um bentopelagiskan fisk, so hava Eystur- og Vesturbúgvin hava landa fleiri lastir av gulllaksi til Snarfrost, teir hava RSV tangar. Sundaberg KG336 landaði tvær/tríggjar ferðir gulllaks summarið 2003. Hann var ísaður í kørum.

Dømi um bentopelagiskan fisk eru gulllaksur, búrfiskur og ymisk hávasløg á djúpum vatni. Uppsjóvarfiskur livir og etur uppi í vatnsúluni í tí, sum verður nevnt tað pelagiska økið.

Haruframt hava bæði Giljanes og Prestland landa fryst og mjøl frá uppisjóvarfiskið í Miðvági.

Tað hava í fleiri umførum verði uppisjóvarskip við heimstaðið í Vágum, vit kunnu nevna Giljanes, Prestland og 2 ferðir Atlantsfarið úr Miðvági, Kappin úr Sørvági og Krúnan úr Sandavági.

Jan Erik Simonsen v.fl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder