- Hetta er ótrúligt, eg eigi ikki orð, segði ein ógvuliga fegin og kensluborin Rannvá B. Andreasen í beinleiðis samrøðu við Trónd Arge á Rás 2 aftaná minniliga dystin. Rannvá avdúkar, at hon tordi ikki at hyggja ta seinastu løtuna av dystinum, eftir at liðskiparin ímóti dystarenda varð útskift.
Tað eydnaðist føroyska kvinnulandsliðnum at vinna seinasta dystin í innleiðandi HM-undankappingini, og sostatt tryggja sær pláss í komandi HM-undankapping, sum byrjar í heyst. ??rslitið gjørdist 2-1 til Føroyar, eftir 1-1 í steðginum.
Tá 17 minuttir vóru spældir legði Melike Pekel Turkaland á odda. Men føroyska liðið fall ikki í fátt, og løtu seinni javnaði Rannvá B. Andreasen til 1-1. Og tá dysturin var stóran tíma gamal, var aftur mál til Føroyar. Rannvá gjørdi skjótt av tá bólturin fór út til innkast. Hon tveitti inn til Milju Simonsen, sum einsamøll við málverjanum var trygg, og so var føroyska liðið á sigurskós.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Montenegro 7-1 á Luksemborg. Endaliga støðan gjørdist, at Føroyar fingu 9 stig, Turkaland 6 stig, Montenegro fekk 3 stig, meðan Luksemborg endaði aftast við ongum stigi.
Føroyar - Turkaland 2-1 (1-1)
0-1: Melike Pekel, 17.
1-1: Rannvá B. Andreasen, 36.
2-1: Milja R. Simonsen, 63.
Lutakastið til HM-undankappingina verður avgreitt um tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald