Vinna

Uppgerðin av framleiðslu fyri 2016 og 2017 er dagførd

...

2019-04-26 14:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tølini fyri framleiðslusíðuna í tjóðarroknskapinum eru nú dagførd til og við 2017. Hetta merkir millum annað, at bruttotjóðarúrtøkan og býtið av virðisøking á vinnur og geirar er gjørt upp. Partur av útreiðslusíðuni fyri hesi árini, millum annað gjaldsjavnin fyri 2016 og 2017, er tó ikki tøkt enn, tískil er útreiðslubýtið av framleiðsluni á nýtslu, íløgur og nettoútflutning ikki gjørt upp og avstemmað.

Uppgerðin vísir millum annað, at bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks við ávikavist 6,9% og 3,3% fyri 2016 og 2017. Fleiri tøl eru at finna íhagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder