Politikkur

Uppbygging og samhaldsfesti ??? heldur enn niðurgerð og egingirnd

...

2018-04-07 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Høgni Hoydal: Gott tjóðveldisfólk. Góðu norðoyingar. Klaksvíkingar. Føgru fólk kring landið alt í øllum tykkara fjølbroytni. Góðu gestir.

Ein serstøk kvøða til forsetisráðharra Íslands, Katrína Jakobsdóttir og til forseta Altingsins, Steingrím J. Sígfússon fyri at sýna okkum tann mikla heiður at koma í heimsókn her í Føroyum á flokstingi okkara í Tjóðveldi.

???

Og ein innilig tøkk til øll tykkara í Norðoya Tjóðveldisfelag, ið skipa fyri flokstingi okkara her norðuri í 2018 ??? í hesum ári, har Tjóðveldisflokkurin fer at fylla sjeyti ár.

???

Og tað er sanniliga við sterkum kenslum og stórari eyðmýkt, at vit kunna savnast her sum tjóðveldisfólk á vári í 2018, sum partar av hesum flokki og hesari rørslu. Og líta aftur á tað starv og tað strev, sum undangongukvinnur og menn settu sum stevnu floksins og hava útint í hesum landi. At meta um, hvussu vit hava megnað at borið hugsjónirnar og málini fram á leið í einum broyttum samfelag og einum broyttum heimi.

Og ikki minst, hvussu vit halda áfram at útinna verkið til eina frælsa framtíð fyri tjóð okkara og fyri alt fólkið í landinum. Vit hava stórar avbjóðingar og stórt verk og arbeiði fyri framman.

Men eg tori at siga: Vit hava allar møguleikar og eitt gott grundarlag at taka tøkini í komandi tíðum. Vit hava allar møguleikar at røkka málunum ??? saman kring alt landið. Og saman við øðrum flokkum og rørslum her á landi og í altjóða samstarvi.

Tað krevur, at vit ganga fast ímóti tí sundurlyndi, teirri niðurgerð og mangan haturstalu, sum sátt verður so dúgliga her heima og um heimin allan. Og sum hevur sum endamál at savna ella varðveita vald og rættindi á fáum hondum.

Tað krevur, at vit gera nakað við at mjækka og grynna tær gjáir, ið veruliga eru í samfelagnum. Og at vit standa upp móti teimum sterku royndunum at grava nýggjar og uppfunnar gjáir millum okkara sum fólk, einstaklingar og samfelagsbólkar.

Tað krevur, at vit við fastleika halda fast um grundhugsjónina:

At vit vilja skipa eina frælsa og javnsetta tjóð í heiminum við somu rættindum og skyldum millum aðrar. Men at tað er treytaleyst tengt at frælsinum hjá fólki og hvørjum einstøkum at hava somu rættindi og skyldur í samfelagnum at virka og liva og verða vird.

Sum tað verður sagt í stevnu Tjóðveldisfloksins: ???Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.???

Og tað er uttan mun til, hvussu vit eru fødd inn í henda heim, hvussu lagnan hevur lagt sínar leiðir, hvussu vit hava valt at liva okkara lív, hvat vit velja at trúgva og halda, og hvar vit búgva í landinum.

At fólk fáa somu rættindi ger seg ikki inn á rættindi, sum vit hava havt. At fólk fáa somu møguleikar og frælsi sum vit, tekur ikki møguleikar frá okkum ella ger seg inn á okkara frælsi. At vit skipa eitt samfelag við samhaldsfesti og fjølbroytni, ger okkum øll sterkari, og styrkir tað persónliga frælsið hjá øllum at virka og mennast ??? kring alt landið.

Og tað er hetta sum hevur borið hetta samfelagið fram eins og framstigini í heiminum.

Tað er eisini tað, ið hevur borið okkara samanhald fram í Tjóðveldisflokkinum, alt síðani flokkurin varð stovnaður. Vit hava tvørtur um landamørk og økini í landinum. Tvørtur um sosial mørk og samfelagsbólkar. Tvørtur um yrkismørk og útbúgving. Tvørtur um trúarmørk. Tvørtur um sereyðkenni hava vit staðið saman um at verja og virka fyri rættindunum hvør hjá øðrum og hjá tjóðini.

Vit loysa málini saman.

???-

Steintór Rasmussen hevur millum sínar mongu dýrgripir í yrking, tónleiki og aðrari list, latið úr hondum saman við Eyðuni Nolsøe sangin: ???Komið menn og kvinnur???:

Har verður m.a. yrkt:

Kom tit, sum hava strevaðog fyri dagin bartog sum av egnum royndum hava lærtat tað vit sjálvi skapaer tað sum verður avtað avkastið, sum fólk og landið gav.

Og tað er so rætt, sum tað er sagt. Nú heimastýrislógin hevur sjeyti ár á baki, kunnu vit staðfesta, at tað, at vit hava havt eina tjóðskapar- og frælsisrørslu, sum stútt og støðugt hevur barst fyri ikki at góðtaka avmarkingarnar í heimastýrinum. Men hevur strembað fyri at skipa eina frælsa tjóð. Tað er hetta, sum hevur skapt okkum tey veruligu framstigini á øllum økjunum, Har vit hava brotið teir garðar og tær forðingar, ið heimastýrið hevur sett, eru vit vaksin og ment. Í máli og mentan, Í altjóða samskifti. Í sosialmálum. Í heilsumálum. Í umhvørvismálum. ?? vinnu og búskaparmálum.

Tað er har vit sjálv hava skapað og tikið ábyrgd ??? og ikki har vit hava dúvað uppá at onnur skulu taka avgerðirnar og hava ræðið afturfyri at veita okkum pening ella uttanífrá, at teir ríku møguleikar, ið vit eiga, eru skaptir.

Nú vit eru stødd norðuri í Klaksvík, har so mong undangongufólk hava verið og eru í okkara felags málum, so fari eg at tríva í eina av hendingunum á leiðini, ið lýsir, hvussu møguleikarnir og framstigini eru skapt, tá ið vit ??? hóast øgiliga mótstøðu og stríð frammanundan ??? hava tikið egna ábyrgd í Føroyum og vunnið okkum nýggjar møguleikar.

Tað er hendingin, tá ið fiskimárkið varð flutt út á 12 fjórðingar á grækarismessu 1964.

Í einari samrøðu eg hevði við tjóðveldismannin og útróðarmannin Frits Olsen ??? faðir Nikolinu ??? sum eisini hevur stríðst og stríðist fyri tjóðveldistevnunui, greiddi hann soleiðis frá:

???Kvøldið fyri grækarismessu 1964, sum fiskimarkið skuldi fara út á midnátt, lógu vit við okkara útróðrarbáti einar fýra fjórðingar norður úr Kallinum. Allir teir bretsku trolararnir sóust enn liggja og tóva spjaddir inn móti oyggjunum. Tá ið klokkan fór at nærkast midnátt, hálaðu teir, og fóru allir at sigla út móti 12 fjórðingum. Vit sóu toppljósini og lanternurnar í kláru náttini flyta seg úteftir. Og tá ið klokkan sló midnátt, løgdu trolararnir seg allir beint á 12 fjórðinga markið. Toppljósini lýstu sum ein ringur kring Norðhavið, ið sýndu okkum, hvar markið var og, hvat økið var innanfyri. Tá mátti eg fella eitt tár og hugsaði: ???Alt hetta eiga vit nú!???

Síðani fingu vit eisini fiskimarkið út á 200 fjórðingar og vunnu okkum eitt øki á 275.000 ferkilometrar í miðjum Norðuratlantshavvi.

Og hóast vit ikki hava dugað nóg væl at umsitið okkara fiskiríkidømið burðardygt ??? og fleiri afturstig hava verið ??? so eiga vit eina ófatiliga ábyrgd og eitt ríkidømi, sum ger okkum til millum heimsins ríkastu tjóðir og har nóg mikið er til øll. Og vit eru í roynd og veru eitt stórveldi og ein stórhavstjóð, tá ið vit hugsa um ikki bara landøkið men um land og hav. Vit hava allar møguleikar at standa á egnu beinum í heiminum og taka ta ábyrgd, ið hetta krevur.

Hetta hava øll tey, sum undan okkum hava gingið, vunnið okkum, og tað liggur á okkum at røkja tað og fáa mest møguligt virði burturúr til okkum og ókomin ættarlið.

Í árinum , sum farið er síðani vit hittust á flokstingi í Hósvík, eru eisini fólk, ið undan hava gingið, farin frá okkum.

Sum siður er, farið eg at heita á flokstingið um, at vit reisa okkum og minnast tey við takksemi.

???

???Tað verður at fara undir dyggiligt endurreisingarstarv og uppbyggingarstarv á øllum økjum samfelagsins, so at fólkið alt, sum her veksur upp, fær líkindi at liva við sømd í føðilandi sínum.???

Soleiðis stendur í síðstu grein í stevnu floksins frá 1948.

Dyggiligt endurreisingarstarv og uppbyggingarstarv fyri fólkið alt at liva við sømd.

Tað er í roynd og veru tað, sum samgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn setti sær fyri fyri hálvum triðja árið síðani.

At fara undir at loysa tey stóru framtíðarmálini og nýskipanirnar fyri framtíðina, sum høvdu ligið óloyst í so mong ár. Og at loysa tey saman.

Millum tey stóru málini: Fiskivinnunýskipan, pensjónsnýskipan, eitt samstarvandi heilsuverk og at samtykkja stjórnarskipan Føroyar.

Men eisini høvuðsmál sum :

  • At styrkja samhaldsfestið og minka um sosialu gjáirnar og fátækraváða hjá samfelagsbólkum.
  • At fáa fólk at fjølgast í Føroyum. At styrkja lestrar- og útbúgvingarmøguleikar kring landið og Fróðskaparsetrið.
  • At útbyggja landið alt og binda tað saman og at fáa eina samhaldsfasta figging av samferðsluni.
  • At menna nýggjar vinnur og virðisøking.
  • At taka mál á føroyskar hendur.
  • At styrkja mál og mentan og list.
  • At gera íløgur í grøna orku og náttúruvernd.
  • At skapa íbúðarmøguleikar og umstøður hjá fólki at seta búgv.
  • At styrkja tilboðini til tey, ið hava serligan tørv og avbjóðingar.
  • At styrkja javnstøðuna og rættindini hjá borgarum í landinum.
  • At menna økini og møguleikarnar kring, so landið kann mennast í rímiligari javnvág.
  • Og ikki minst, at hava eina skynsama búskaparstýring, at stovna búskapargrunn og amboð til at menna ein sjálvberandi búskap.

Vit vistu, at tað fór at verða ódnartak at fremja hesi mál ??? og serliga nýskipanirnar. Vit vistu, at tað fór at skapa mótstøðu at verða hart horn at telgja.

Og tað hevur gingið sjón fyri søgn.

Vit eru ikki komin á mál við øllum. Og larmurin hevur verið øgiligur. Og tað listarliga avrikið hevur ikki verið til nakað høgt tal á stigatalvuni. Eisini hevur samskiftið við kunning um málini og aftursvarum til alt, ið hevur verið sagt og spjaldrað og lisið omanyvir arbeiðið hjá samgonguni og landsstýrinum verið alt ov lítið.

Men kortini hevur stútt og støðugt verið arbeitt av grimd til tess at fremja málini ??? í øllum larminum og ganginum.

Og eg haldi, at vit kunnu staðfesta, at nógv er avrikað og stór tøk tikin ??? ja, tað mesta, ið eg veit um í nýggjari tíð.

Vit hava framt eina fiskivinnunýskipan, ið sjálvsagt er merkt av nógvum semjum og broytingum. Men sum hevur høvuðsmálini og grundreglurnar í tí, sum vit settu okkum fyri, og sum eri eg vísur í, fer at verða til stórt gagn fyri burðardygga veiði, virðisøking, vinnumøguleikar kring landið, manningarviðurskifti, útróður og føroyskt ræði á tilfeinginum.

Teir komandi dagarnar og vikurnar fara fleiri av nýggju møguleikunum í fiskivinnuskipanini at verða settir í verk. Og hóast eisini her verður nógv atfinning og rok, so havi eg sera bjartar vónir.

Menningarætlanin fyri heilsu og sjúkrahúsverkið er sett í verk og fer at virka. Eisini hon verður til stórt gagn fyri eitt framkomið heilsuverk og tænasturnar til tann einstaka og virksemið og tilboðini kring landið á teimum trimum sjúkrahúsinum.

Vit hava lagt fram ein pensjónsnýskipan, ið vónandi verður samtykt komandi vikurnar. Eina skipan, ið lyftir teir lægstløntu pensjónistarnar og gevur økt gjald skjótt ??? umframt ta hækking, ið vit hava framt. Og ein skipan, ið gevur nógvar fyrimunir til tess at kunna arbeiða afturat pensjón, velja útsetta ella framskundaða pensjón og bøtir um mótrokningina millum hjún.

Stjórnarskipanin er løgd fram og er til viðgerðar á tingi. Her hava vit møguleika at staðfesta okkara sjálvsavgerðarætt og alt valdið er hjá fólkið fólki, umframt valdsbýti og grundleggjandi rættindi hjá øllum borgarum í landinum.

Í búskaparmálum, er hall vent til stórt avlop. Ja, seinastu trý árini er úrslit landskassans betrað við millum 700 og 800 mió. krónum. Hetta er skapt av okkara egnum framleiðslu ??? undan okkara egnu hondum, úr okkara høvdum og hjørtum. Búskapargrunnur Føroya er stovnaður og setur pening til viks at standa ímóti við, at minka um sveiggj og sum amboð at gera okkum leys av ríksiveiting. Eisini er uppskot á tingi um, hvussu tilfeingisinntøkur verða nýttar umvegis búskapargrunnin, so vit ikki byggja og blása upp ein búskap á skiftandi og sveiggjandi inntøkur.

Og hvussu við hesi ríkisveitingini, sum er tað haftið, ið enn forðar fyri, at vit standa saman um at gerast sjálvstøðu tjóð?

Ja, hon er í ár komin niður á 3,3% av okkara bruttotjóðarúrtøku. Altso tríggjar krónur og tretivu av hvørjum hundraðkrónuseðli.

So vit hava allar møguleikar at halda fram at leggja grundina undir einu frælsum, samhaldsføstum og sjálvbjargnum Føroyum ??? við tí skapandi fólki, ið vit hava í vinnu og mentan, útbúgving og sosialum felagsskapi kring alt landið.

Av øðrum málum er avrikslistin hjá samgonguni langur. Og eg skal ikki troytta tykkum við at reksa upp alt tað, sum er rokkið.

Eg leggi við prentaðu formansfrágreiðingini ein lista yvir nøkur av teimum málunum sum eru fram ella um at verða framd, sum vit kunnu nýta í orðaskiftinum.

Eg eri eisini sera fegin um tað samstarv, sum vit hava havt millum tingmanning og landsstýrismanning tjóðveldisfloksins og tað styrki, ið flokkurin hevur víst. Bæði tingmanning og ikki minst tit í baklandinum kring landið, ið hava verið fyri so hørðum atfinningum.

???

Men vit eru als ikki komin á mál ??? og nógv kann broytast ??? um vit ikki megna at halda á við okkara politikki og málum.

Millum tær størstu avbjóðingarnar er tann spjaðing og tær gjáir, ið bæði eru veruligar, men sum eisini verða grivnar djypri í dagsins samfelag.

Her hugsi eg um:

  • Ta sosialu gjónna, ið framvegis má mjækkast millum inntøkubólkarnar í landinum, har ongin skal liva í fátækraváða og øll skulu hava sømilig or og menningarmøgileikar.
  • Tann gjógvin sum er millum partar av landinum við vinnumøguleikum og meanningarmøguleikum. Serliga eru Suðuroyggin og Sandoyggin, men eisini aðrir partar partar av landinum ??? og ikki minst útoyggjar ??? í eini skeivari gongd. Og sjálvsagt skulu átøk gerast. Fyri Suðuroynna og Sandoynna eru samferðslumøguleikar avgerandi umframt onnur átøk. Og skulu vit halda fram at byggja landið saman eftir eini skipaðari og fíggjaðari ætlan. Suðuroyartunnil umframt aðrar samferðslíløgur ??? tildømis her norður um fjall og til smábygdur ??? skulu og fara at verða gjørdir, men við skil á fíggingini og búskapinum, so vit ikki missa møguleikan at mennast. Og sjálvsagt eigur landið at gera eina ætlan fyri, hvussu vit eisini hava almenn arbeiðspláss og tænastur kring landið, so at til ber at mennast í eini betri javnvág.
  • Gjógvin millum tað handaliga og tað bókliga ??? millum tað yrkisrættaða, vinnuliga og tað meira akademiska. Her er talan um eina gjógv, ið á mangan hátt er púra óneyðug at mana fram. Munurin millum í útbúgvingum, royndum og førleikum tá røðrum um tað akademisk og tað yrksirættað, eigur als ikki at vera ein trupulleiki. Tí bæði treytað hvørt annað og eiga at metast ájvant.

Fyri okkum sum flokk, og fyri okkum sum samfelag, er tað sera umráðandi, at vit gera alt fyri at minka um hesar gjáir og at forða fyri, at tær verða grivnar djypri.

Góðu tjóðveldisfólk.

Vit hava allar møguleikar at loysa okkara avbjóðingar og okkara mál saman. Og saman við øðrum. Eg fari eisini at nýta høvi at takka okkara samstarvsflokkum og feløgum fyri avrikini og gott samstarv, hóast baldrut.

Fari at enda við orðunum úr sanginum hjá Steintóri og Eyðuni:

Við ídni og við evnum
tey gomlu vístu slóð,
men nýhugsan vil styrkja hesa tjóð.
Í hjørtunum býr frælsið,
men eisini vón og trúgv,
og kærleikin í Føroyum festir búgv.

Takk fyri og gott floksting!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder