Tað vóru ikki hissini tíðindi, sum formaðurin í nýskipanarnevndini, Johnny í Grótunum, kom við í sambandi við fiskivinnustevnuna í Runavík herfyri.
Hann segði, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði sagt frá, at arbeiðssetningurin hjá nevndini skal skiljast soleiðis, at tað bara er ein møguleiki, og hann er, at øll rættindi skulu seljast á uppboðssølu frá 2018.
Hesi tíðindi eru ikki sørt ørkymlandi, tí hví skal man seta eina nevnd at arbeiða við eini fiskivinnunýskipan, tá leisturin er púra fastlagdur frammanundan. Hví er man ikki bara beinleiðis farin til politisku tingingarnar.
Vinnan hevur sagt frá, at hon er ímóti at útluta fiskirættindi við eini uppboðssøluskipan, tí vinnan heldur ikki, at tað er ein brúkilig skipan. Hinvegin er vinnan sinnað at góðtaka eina skipan við tilfeingisgjaldi.
Tann mest eyðsýnda grundgevingin fyri, at uppboðssøla ikki er eitt egnað amboð til at útluta fiskirættindi, er tann veruleiki, at hesin útlutingarháttur so at siga ikki verður brúktur, og als ongastaðni um okkara leiðir. Var hetta ein brúkilig skipan, so hevði hon heilt vist verið brúkt víða um.
Bert trý prosent
Á heimasíðini Science Direct verður víst til ein hagtalsgrunn, har útlutingarskipanir í so at siga øllum týðandi fiskiskapum í heiminum eru skrásettar. Har verður upplýst, at bert 3 prosent av øllum rættindum í heiminum verða útlutað um eina uppboðssølu.
Í bókini "Fiskiskapur - fjølbroyttar ásetingar" hjá ??la Samró verður upplýst, at "av heimsins fiskivinnuskipanum stórum og smáum eru 91 prosent av TAC útlutað eftir søguligum tølum, antin sum veiða ella til førini, sum hava veitt. Tó eru nógvar skipanir so smáar í nøgd, at um útlutanin verður gjørd upp í nøgd ella virði, so er parturin helst enn nærri 100 prosentum."
Estland fór í 2001 undir eina skipan við at útluta 10 prosent um árið av kvotunum á uppboðssølu, meðan restin av kvotunum vóru latnar eftir søguligum tølum og vóru umsetiligar. Sama stjórnin, sum setti hesa skipan í verk, avgjørdi at seta hana úr gildi aftur í fyri valið í Estlandi í 2003. Eftir hetta verða allar kvotur útlutaðar eftir søguligum tølum, meðan nýtt tilfeingi kann seljast á uppboðssølu.
Russland setti eisini í 2001 í verk eina avmarkaða skipan uppboðssølu av tilfeinginum í fjareystri, men hon var bara brúkt í 3 ár. So varð farið frá henni.
Vágið at taka ein so stóran kjans
Grundgevingarnar fyri, at Føroyar skulu útluta fiskirættindini á uppboðssølu eru óskilljandi. Í Føroyum stendur fiskivinnan fyri einum munandi størri parti av búskapinum, enn hon ger í øðrum londum. Ein greining, sum Magni Laksafoss gjørdi fyri Føroya Reiðarafelag vísti, at søguliga hevur fiskivinnan og avleiddar vinnur av fiskivinnuni verið millum 40 og 60 prosent av bruttofaktorinntøkuni. Tí er tað alt ov búskaparliga vágið at kollvelta fiskivinnuna soleiðis, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar.
Taka vit uppboðssøluna av makreli í summar sum dømi, so varð keypt fyri ein meðal prís uppá 3,65 kr. Tá var avreiðingarprísurin um 5,00 kr. Manningarparturin er umleið 30 prosent ella 1,50 kr., eftir at løgtingið hevur lóggivið inn í galdandi sáttmála, at manningarnar ikki skulu luttaka í uppboðssølugjaldinum. Sostatt er talan um eitt hall upp á 0,15 kr. pr. kg., áðrenn skipini hava loyst, og tað kann ein og hvør siga sær sjálvum, at hetta hongur ikki saman og gevur ongan meining.
Tað var tað sama, sum hendi á makreluppboðssøluni í 2011, men tá vóru tað manningarnar, sum fíggjaðu sín stóra part, tí avreiðingarprísurin fyri ein part av uppboðssølufiskinum var langt undir tveimum krónum, meðan hini skipini fingu í meðal 6 kr. kg. fyri sama makrel veiddur á sama hátt.
Marknaðargrundað skipan
Tað verður sagt, at vit skulu fara yvir til eina marknaðargrundaða skipan. Men tann skipanin, sum vit hava í løtuni, er júst marknaðargrundað. Lat okkum taka nótaskipini sum dømi. Upprunaliga vóru oman fyri 20 nótaskip. Men við uppkeypi er skipatalið minkað niður í sjey skip, sum hava eitt nøktandi rakstrargrundarlag. Í verandi nótaflota eru bert tvey skip, sum hava loyvir, ið landið hevur lutað út. Tað eru loyvini hjá Tróndi í Gøtu og Christian í Grótinum. ??ll hini loyvini eru uppkeypt frá øðrum, sum eru farnir úr vinnuni.
Skipini hava góðan rakstur í dag, og tey skapa eina tilfeingisrentu, sum í stóran mun fer í landskassan. Í 2014 fekk landskassin 149 mió. kr. í tilfeingisgjaldi og skattum frá reiðaríunum í Nótaskip. Um tilfeingisgjøldini í 2016 høvdu verið galdandi í 2014, hevði talið verið 172 mió. kr. Tá hevði tilfeingisgjøld og skattur verið 60,1 prosent av úrslitinum fyri skatt.
Teir, sum hava selt, hava sjálvsagt havt ein vinning. Men tað kann man ikki lasta teir fyri, sum hava keypt skip og loyvir fyri at fáa eitt nøktandi rakstrargrundarlag til tey nýmótans uppisjóvarskipini, sum vit hava í dag. Tað er ein politiskur uppgáva, at avgera hvussu vinnan skal skattast, og her kundi politiska skipanin fyri langari tíð síðan havt hert skattingina av vinningi, sum verður fingið við at selja rættindi, sum eru fingið ókeypis frá landinum. Um tað er tað man ynskir politiskt.
Aðrir skulu sleppa framat
Tað verður í heilum júkað um, at øll skulu sleppa framat í fiskivinnuni. Tað veit ein og hvør, at tað ber ikki til. Í heimaflotanum er helst ov nógv fiskiorka í summum bólkum, og har ber væl til at keypa seg inn í vinnuna fyri ikki so stórar upphæddir.
Verandi uppisjóvarfloti klárar at fiska tær uppisjóvarkvoturnar, sum vit hava í dag. Verandi skip hava harumframt avlopsorku. Í fjør vóru skipini í Nótaskipum úti í 1.765 dagar, sum svarar til 224 dagar í meðal fyri skipið. Tað er sjálvsagt eitt politiskt val, um man vil seta meira stál í sjógvin til at fiska somu fiskar, men tað førir so bara til vánaligari lønsemi, sum verður fíggjað burtur av tí tilfeingisrentu, sum uppisjóvarflotin skapar í dag. Harvið verður minni til landskassan á tí kontoini.
Spennandi hvussu leikur fer
Tað verður spennandi at fylgja við í hvussu leikur fer, tá nýskipanarnevndin hevur handað sítt álit og politiska viðgerðin byrjar.
Onkrir politikarar siga, at uppsøgnin av loyvinum til 1. januar 2018 skal takast bókstaviliga. Tá fella loyvini burtur, og myndugleikarnir kunnu handla, sum teir vilja. Tað sigst, at onkur reiðarí hava skipað seg soleiðis hesi árini, at tey ikki standa eftir við skuld 1. januar í 2018. Høvdu øll reiðarí gjørt tað, so hevði fiskivinnan í roynd og veru verið avviklað hesi árini til stóran skaða fyri føroyska búskapin.
Onnur reiðarí hava havt álit á, at lívið heldur fram eisini eftir 1. januar 2018, og vit mugu bara vóna, at tá veruleikarnir koma á borðið, so verður ikki nøkur árvarlsig kollvelting 1. januar í 2018.
Felagið Nótaskip
Jógvan Jespersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald