Vinna

Uppboðssøla skuggar fyri øðrum loysnum

...

2016-01-29 05:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Við góðari hjálp frá nøkrum ultraliberalistiskum búskaparfrøðingum er næstan alt kjakið um nýggja fiskivinnunýskipan farið at snúgva seg um bara tveir møguleikar: Annaðhvørt at vit skulu halda fast um verandi skipan, ella at heila molevittið skal koyrast á uppboðssølu.

Tað er spell, tí hvørgin møguleikin er brúkiligur einsamallur. Tað eru øll uttan hesir fáu búskaparfrøðingarnir samd um.

Men tað finnast sjálvsagt ein rúgva av øðrum loysnum og eisini loysnum, sum innihalda eitt sindur av báðum teimum nevndu møguleikunum. Men sum er skuggar uppboðssølan fyri øllum øðrum alternativum til verandi fiskivinnuskipan.

Í mínum eygum hevði nógv tann frægasta loysnin verið at tikið støði í verandi loyvum og skipum, tá nýggj fiskivinnuskipan skal gerast og verða klár 1. januar 2018.

Men tað skal gerast soleiðis, at verandi aktørar bert varðveita eitt ???grundloyvi??? per skip, sum teir so hava brúksrættin til í eitt langt áramál móti einum árligum gjaldi.

Hetta gjaldið má sjálvandi variera alt eftir, hvat slag av loyvi talan er um. Eitt uppsjóvarloyvi kann til dømis kosta 15-20 milliónir krónur um árið í útgangsstøðinum. Her má semja so finnast um eitt ávíst ???normal-ár???, sum skal vera útgangsstøði.

Hesin grundprísurin skal so regulerast eftir, hvussu stór veruliga kvotan er fyri tað einstaka árið. Er kvotan størri, enn hon var í tí árinum, sum er valt sum útgangsstøði, skal meira gjaldast. Er hon minni, skal minni gjaldast.

Eisini eigur onkursvegna at takast hædd fyri, at tað roknskaparliga ber til at minka skattagrundarlagið og harvið partafelagsskattin hjá einum reiðaríi. Serliga er hetta galdandi fyri reiðaríir, har útlendingar eiga í.

Her kundi man ásett eitt hóskandi mát fyri lutfallið millum partafelagsskattin og avreiðingarvirðið. Um roknskapurin hjá einum reiðaríi so víkir ov nógv frá hesum lutfallinum, eigur prísurin fyri grundloyvið at hækka.

Restin av loyvunum, og tey eru nógv, kunnu so verða boðin út til hægstbjóðandi. Nýggir aktørar eiga at hava framíhjárætt at bjóða upp á hesi loyvi.

Loysnin, sum eg her havi skitserað, virkar eftir marknaðartreytum og tryggjar, at gjald verður latið fyri øll loyvi alt eftir veruliga virðinum á teimum, og ikki bara fyri uppsjóvarfisk. Og samstundis fær hvørt einstakt skip eitt gott og framtíðartryggjað grundarlag, at byggja sín rakstur og íløgur á.

Henda skipan fer eisini at geva minst líka nógvar pengar í landskassan sum verandi tilfeingisgjøld geva.

Men tað hevur minst líka stóran týdning, at marknaðartreytirnar eisini eru galdandi, tá fiskurin ER fiskaður og skal avreiðast.

Tí eigur avreiðingargjaldið, sum nú verður lagt á avreiðingar uttanlands, at takast av. Og tað eigur at gerast í stundini og ikki bíða til 2018.

Tí avreiðingargjaldið forðar allari prískapping um fiskin og virkar bara sum ein beinleiðis stuðul til virkini á landi, sum fleiri av teimum stóru reiðaríunum eiga heilt ella partvíst.

Avreiðingargjaldið fyri landing av makreli og sild uttanlands er til dømis 2 krónur kilo fyri uppsjóvarflotan. Og júst tí er tað kanska ikki so løgið, at prísurin, sum føroysku uppsjóvarvirkini lata, javnt liggur tvær krónur undir prísinum í Noregi og Danmark, soleiðis, at tað tá akkurát ikki betalir seg at fara har at landa.

Prógvið fyri, at avreiðingargjaldið bara er ein stuðul, sum skal tvinga skipini at landa til føroysku virkini, er, at ikki ein stertur av makreli ella sild verður landaður uttanlands. Í 2015 komu runt roknað 0 krónur í landskassan frá avreiðingargjaldinum.

Góð 100.000 tons, ella 100 milliónur kilo, av makreli og sild vórðu sambært tølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum avreidd í fjør. At kalla alt var landað í Føroyum. Tað merkir sostatt, at føroysku virkini umvegis avreiðingargjaldið, sum jú er 2 krónur kilo, hava fingið umleið 200 milliónir krónur í stuðli.

Tað líkist ongum, og serliga ikki, tá okkara landspolitikarar annars siga seg vera samdar um, at fiskivinnan skal virka eftir marknaðartreytum.

Mortan G. Berjastein
fiskimaður, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder