Nógvar eru meiningarnar, fyri og ímóti eini uppboðssølu av kvotum og fiskirættindum í hesum
døgum.
Royndaruppboðsølan er byrjað og eitt uppskot um fiskivinnunýskipan sær vónandi í næstum dagsins
ljós.
Tey sum eru fyri uppboðssølu av kvotum,lovprísa og rósa hesum ævintýrkendu skriviborðsloysnum/ hugtøkum, sum í longdini als ikki kunnu umsetast til eitt rættvíst marknaðar keyps/ søluvirði, tí alt ov nógvir ókendir faktorar eru galdandi.
Td er kvotan ikki effektiv, áðrenn hon er fiskað og seld. ( Í hesum tíðarskeiði, kunnu marknaðar viðurskiftini, vera broytt munandi).
Td er fiskurin farin úr økinum, har kvotan er galdandi ( vegna manglandi føði,veðurlagsbroyting ella av óskiljandi orsøkum,sum ongin vil gerast talsmaður fyri).
Ein slík skipan er snøkt sagt gambling við (ogn føroya fólks) og als ikki nøktandi fyri seljara ella keypara.
Hinvegin er ein almenn uppboðssøla/ søla av øllum veiddum fiski, tengdur at einum fiskiloyvi, har marknaðarprísurin í londunum rundan um okkum, td (IS-NO-DK-UK) er kendur (galdandi) og kann justerast frá viku til viku ella md til md,ein gongd leið. Hesi lond virka við somu vøru, á sama marknaði sum vit.
Tá slepst undan tí prísmuni sum ídag er sera sjónligur, vegna manglandi skotti millum keypara og seljara. Tvs, tá skip og virki eru undir sama hatti, er prísurin lægri enn hjá óheftum.
Inntøkan til almennu Føroyar fyri fiskiloyvi+veiðu, verður álagt sum skattur, ið kann regulerast. Hesin verður drigin frá veiðuvirðinum, tá sølan er avgreidd.
2 Dømir:
1000tons á 10kr/kg = 10mill/kr - 10% = 1mill/kr.
1000tons á 5kr/kg = 5 mill/kr - 5 % = 250tús/kr.
Ein slík skipan er ítøkilig, greið og løtt at umsita.
OG GEVUR:
Samfelagnum eina skattaintøku frá øllum fiskiloyvum.
Loyvishavarum greiðar, fastar og góðar karmar at skipa síni viðurskifti eftir, td (nýíløgur).
Møguleika fyri justering, um ov nógv sveiggj er í prísi ella nøgd.
Ikki møguleika fyri spekulatión við loyvum, kvotum ella hýrum.
Um nakað høpi skal vera í komandi fiskivinnulóggávu, er umráðandi at hon er stutt og greið og ikki sum nú, gevur møguleika fyri fjaldari spekulatión og undantøkum.
Axel Hansen, Vestmanna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald