Politikkur

Uppboðssøla - manningin rindar sín part

...

2018-05-06 18:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað bleiv sagt týðuliga og klárt, manningin skuldi onki rinda fyri tað, sum bleiv keypt á uppboðssølu. Landsstýrismaðurin staðfesti ferð eftir ferð, at tað vóru reiðararnir, sum skuldu gjalda fyri fiskin. Tað vóru jú teir, sum tóku støðu til, um teir keyptu nakað ella onki.
Nú er tøgn. Fiskimaðurin er villeiddur av landsstýrismanninum og samgonguni. Brotin lyftir. Manningarnar skulu gjalda. Reiðarar keypa á uppboðssølu, og senda partarav rokningini til manningarnar.
Meðan allir aðrir lønarbólkar fáa klekkiliga lønarhækkan, skulu fiskimenn 30% (alt eftir sáttmálanum) niður í løn, tá fiskurin, keyptur á uppboðssølu, skal fiskast.
Løgið at manningarfeløgini eru so tigandi.
Meðan onnur feløg fara í verkfall, tí lønarhækkingin ikki er nóg stór, sita Fiskimannafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið sum ryssa yvir deyðum fyli.
Tað hoyrist ikki eitt orð. Tað tykist sum um, at feløgini góðtaka ógvusliga lønarniðurskurðin.
Løgið at slíkt verður góðtikið.
Serliga tey nýggju, sum hevur verið tosað um, skulu koma inn í fiskivinnuna, og keypa alt á uppboðssølu. Tey hava ikki ein livandi kjans.
Stakkals fiskimaðurin. Hansara rættindir verða skúgvað til viks. Hvar er samhaldsfesti? Ikki eitt orð frá arbeiðarafeløgunum, nú 1. mai er farin afturum.
Boðini frá landsstýrismanninum verða allarhelst, at ???hann hevur ikki givið sær far um tað???.

Jacob Vestergaard.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder