Vinna

Uppboðssøla er als ikki tað sama sum fríur marknaður

...

2015-11-30 20:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ein uppboðssøla hellir altíð til seljarans fyrimun og verður sjáldan brúkt í langtíðar ídnaðarligum samstarvi; hví síggja ta føroysku fiskivinnuna sum ein marknað heldur enn at síggja hana sum eina brúgv til marknaðir úti í heimi?

Spæl eina løtu við tann tankan at Hanus Hansen, stjóri fyri JFK, hevði sum heild rætt í sínum almenna hjartasuffi ???Byrjanin til endan II??? [http://lesarin.fo/byrjanin+til+endan+ii.html] og tí hann uppfylgjandi segði við ??tvarp Føroya um framtíðar útlitini fyri ta føroysku fiskivinnuna undir einari skipan við almennari uppboðssølu av veiðirættindum.

Eg hoyri mótmælini fyri mær longu áðrenn hesin tankin er liðugt luftaður, og tað man vera líkamikið um eg vísi til Hanus Hansen ella onkran annan stjóra fyri okkurt leiðandi føroyskt fiskireiðarí ??? her duga mong ikki at skilja ímillum ymisk mál og eru sera skjót at samanblanda spurningar um vinnuligan kapital við t.d. spurningar um lønarbýti millum privatpersónar. Tískil verður tað í heilum til at ???hesir reiðarar skulu bara tiga og ikki grenja um nakað yvirhøvur, teir hava jú fingið milliónir oman á milliónir forerandi??? frá tí almenna.

Hesin ???logikkur??? er blivin etableraður við teoretiskari hjálp av trimum búskaparfrøðingum og lyftur upp til pínliga politiska korrektheit av einum herliði av fjølmiðlafólki sum í fleiri ár hava liðið skerfløt fyri honum.

Tað at summi av hesum miðlafólkum samstundis gjarna vilja rokna seg sum kritisk og granskandi í sínum yrki er ein søga fyri seg, sum vit tó ikki skulu koma nærri inn á her og nú. Men í stuttum er so uppbygd ein følsk og veruleikafjar frásøgn yvir eitt longri tíðarskeið sum ikki minst hevur ávirkað ein vaksandi skara av lesarum, lurtarum og veljarum ið fyri ein góðan part livir av almennari umsiting og almennum tænastum og hevur dagliga gongd uttan fyri fiski- og alivinnu mentanina. Hetta er ein skari sum er vaksin í takt við at arbeiðskraftin til fisk og framleiðslu er minkað so hvørt sum tøknifrøðin er vorðin meira framkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder