Vinna

Uppboðssøla av fiskirættindum 2016

...

2016-05-31 15:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Løgtingið samtykti í apríl 2016 lógina, ið heimilar at bjóða part av fiskirættindunum út á uppboðssølu. Kunngerðin um at skipa uppboðssøluna verður nú send til hoyringar og almenna kunning.

Høvuðsendamálini við uppboðssøluni

Uppboðssølan skal skipast sum ein roynd, har til ber at fáa til vega vitan og royndir um hættir at bjóða út atgongd til fiskirættindi frá tí almenna til vinnurekandi. Royndirnar og eftirmetingin av teimum kunnu nýtast í arbeiðinum og samráðingunum at seta í verk eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna í Føroyum.

Høvuðsendamálini við hesum royndum eru:

  • At møguligt er hjá fleiri at bjóða seg fram í vinnuni og kappast um at fáa mest virði burturúr avmarkaða tilfeinginum.

  • At eitt tilfeingisgjald ikki verður ásett við løgtingslóg, men at vinnan á einum marknaði bjóðar um, hvat tilfeingisgjald verður rindað til tað almenna.

  • At til ber at bjóða uppá størri og minni nøgdir eftir tørvi hjá tí einstaka í vinnuni.

  • At eggjað verður til at fáa sum mest av virðisøking burturúr hvørjum kilo, ið fiskað verður.

  • At til ber at bjóða seg fram at veiða, uttan at leggja stórar upphæddir á borðið frammanundan.

Hvat verður boðið út?

Rættindini, ið verða boðin út, eru hesi:

  1. Svartkjaftur 20.000 tons

  2. Makrelur 9.000 tons

  3. Norðhavssild 4.000 tons

  4. Botnfiskur, Russland 2.400 tons

  5. Botnfiskur, Norra 600 tons

Grundleggjandi treytir

Løgtingið hevur í lóg samtykt nakrar grundleggjandi treytir fyri uppboðssøluni:

  • Rætturin at veiða keyptu kvotuna er knýttur at tí fiskifarinum, sum keyparin hevur upplýst sum skipið, ið skal fiska kvotuna. Tann, sum bjóðar upp á kvotur á uppboðssølu, má fiska keyptu kvoturnar við egnum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi, og bert við tí fiskifarinum, sum kvoturnar eru keyptar til.

  • Kvotur, keyptar á uppboðssølu, kunnu ikki avhendast ??? t.e. at kvotur kunnu ikki seljast millum privat.

  • Løgtingið samtykti serstakar reglur um veiðuna í Barentshavinum: Tann fiskur, sum er veiddur í Barentshavinum, skal landast í Føroyum og bjóðast út til føroysk virkir, sama um hann verður virkaður umborð ella ikki. Endamálið er at eggja til virðisøking í Føroyum.

Hvussu verður uppboðssølan skipað?

Nógvir ymiskir hættir eru at skipa eina uppboðssølu, sum hava ymsar eginleikar og kunnu geva ymiskar møguleikar.

Til at gera royndirnar, ið kunnu røkka høvuðsendamálunum, verður í kunngerðini skotið upp at royna tvær ymsar uppboðssøluskipanir:

  • Opin uppboðssøla

  • Afturlatin uppboðssøla

Opin uppboðssølaer skipanin, ið varð roynd í 2011. Hon merkir, at øll sum bjóða, síggja allar upphæddir (kiloprís) sum hini bjóða, og bjóðað verður, til ongin bjóðar yvir. (Tó sæst ikki, hvør bjóðar). Tann, sum bjóðar hægst, fær útbodnu nøgdina fyri tann prísin.

Afturlatin uppboðssølamerkir, at tey sum bjóða,ikkisíggja tær upphæddir (kiloprís) og tær nøgdir, sum hini bjóða. Boðið verður latið inn í afturlatnum brævbjálva ??? hvussu nógv tons boðið verður og fyri hvønn kiloprís.

Innkomnu tilboðini verða raðfest við lækkandi eindarprísi, til øll útbjóðaða nøgdin er seld. Tilboðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum tilboðum, sum komu upp í part, ásetir eindarprísin, sum øll skulu rinda.

Í tí afturlatnu uppboðssøluni rinda øll sama prís fyri kilo, meðan í tí opnu uppboðssøluni, rindar keyparin prísin, hann hevur bjóðað.

Við at royna hesar ymsu hættir, verður gjørligt at meta um fyrimunir og vansar í mun til høvuðsendamálini við royndunum.

Gjaldstreytir

Gjaldið fyri rættindini skal rindast við avreiðing, tó í seinasta lagi 31. desember 2016. Krav er um at veita trygd fyri boðunum.

Hvussu verður boðið út fyri ymsu fiskasløgini?

Makrelur og norðhavssild

9.000 tons av makreli og 4.000 tons av norðhavssild verða boðin út í tveimum serium í opnari uppboðssølu við hækkandi boðum (tvær seriur við makreli og tvær seriur við sild). Selt verður í hóskandi sølulinjum - á t.d. 500 tons hvør.

Svartkjaftur

Svartkjafturin verður seldur bæði í opnari uppboðssølu (10.000 tons) og í afturlatnari uppboðssølu (10.000 tons). Fýra seriur á 5.000 tons.

Barentshavið

Ásetta kvotan á 600 tons í norskum sjógvi verður seld í afturlatnari uppboðssølu íeinariseriu.

1.200 tons av kvotuni í russiskum sjógvi verða seld í opnari uppboðssølu íeinariseriu, og 1.200 tons verða seld í afturlatnari uppboðssølu ítveimumserium.

Minstiprísur

Eins og við uppboðssøluni í 2011 fær landsstýrismaðurin heimild til at áseta ein minstaprís, um tað verður hildið neyðugt, m.a. um marknaðurin ikki riggar, eitt nú tí ov fáir keyparar eru.

Landsstýrismaðurin fær somuleiðis heimild at havna øllum tilboðum og bjóða út av nýggjum, um ov fá boð eru.

Yvirlitið vísir í samandrátti dømi um, hvussu sølan verður skipað.

(tons)Opin sølaAfturlatin sølaTilsamans
Seria 1Seria 2Seria 1Seria 2
Svartkjaftur5.0005.0005.0005.00020.000
Makrelur4.5004.5009.000
Sild2.0002.0004.000
Russiskt øki í Barentshavinum1.2006006002.400
Norskt øki í Barentshavinum600600

Uppboðssøluhaldari

Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni. Kunngerðin ásetir, hvussu meldað verður til.

Vørn fær til uppgávu at skipa fyri uppboðssøluni við afturlatnum boði. Kunngerðin ásetir ymsar reglur fyri, hvussu opna uppboðssølan fer fram.

Upplýsing um boð

Fiskimálaráðið vil hava opinleika um sølurnar, men fyri at mótvirka møguligari kappingaravlaging verður hildið loyniligt, hvør er tilmeldaður og hvør bjóðar, til sølan er liðug.

Hinvegin er heimild til at kunngera hetta eftirfylgjandi.

Nær verður selt?

Umráðandi er, at tey, ið ætla sær at keypa og veiða, hava stundir og umstøður at leggja fiskiskapin til rættis, eisini tí at tað er ymiskt, nær tað er skynsamast fyri tann einstaka at veiða.

Tá ið hoyringssvarini eru komin inn, verða svar og viðmerkingar viðgjørd og møguligar tillagingar gjørdar. Hoyringsfreistin er 14 dagar. Síðani verður kunngerðin lýst, og farast kann undir at bjóða út.

Fiskimálaráðið, 31. mai 2016

Høgni Hoydal,landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder