Politikkur

Uppboðssøla av fiskiloyvum fer at økja um sentraliseringina

...

2015-08-31 19:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt uppboð av fiskiloyvunum vil flyta peningin frá fyritøkunum, sum í dag gera risastórar íløgur og skapa hundraðtals arbeiðspláss kring landið, og harvið fara hesar fyritøkur, sum eiga lívið í økjunum kring landið at missa íløguorku. Ein sterkur Fólkaflokkur er sterkasta vápnið ímóti hesi sentralisætlan hjá vinstrahallu kreftunum.

Tað kann ikki yvirmetast, hvussu stóran týdning tær íløgurnar hava fyri økini kring landið, sum okkara virknu vinnufyritøkur hava gjørt. Hugsa bara, hvussu nógv arbeiðspláss seinastu árini eru skapt í Suðuroy, í Eysturoy og í Norðoyggjum av teimum íløgum, sum fyritøkur hava gjørt har, og tað sama í øðrum landspørtum.

Tað verður stórur smeitur fyri økini kring landið, um Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn sleppa at inndraga fiskiloyvini fyri síðan at selja hesi á uppboði, tí tá verður tann peningur, sum í dag verður brúktur til íløgur og arbeiðspláss kring landið, ístaðin kravdur inn í landskassan.

Ávirkanin av hesum verður eitt nú:

??? Størri ótryggleiki í vinnuni
??? Minni avlop og íløguorka í vinnuni
??? Færri vinnuíløgur kring landið
??? Færri arbeiðspláss kring landið
??? Færri inntøkur til kommunurnar kring landið
Ístaðin verður hesin peningur, sum í dag er á vinnuhondum, ið skapa virksemi, útflutning og arbeiðs¬pláss, fluttur í landskassan, har hann verður partur av einum vaksandi almennum rakstri.
Samlaða úrslitið av hesum verður ein enn ógvisligari sentralisering av peningi, arbeiðsplássum og øktum almennum rakstri, sum einki útflutningsvirði skapir.
Hetta er tað, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn ætla, um hesir flokkara fáa meirlutan á Føroya Løgtingi.
??? Latið okkum steðga hesum eksperimentinum hjá vinstrahallu kreftunum.
??? Latið okkum varðveita Føroyar sum eitt land við fjølbroyttum virksemi kring alt landið.
??? Latið okkum velja ein sterkan Fólkaflokk á løgtingsvalinum týsdagin 1.
september.
Jákup Mikkelsen
Valevni Fólkafloksins???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder