2015-10-17 15:30
07 Vestur: 19 ára gamli Uni Falkvard Nielsen setti sína undirskrift á nýggjan sáttmála fyrra dagin. Uni hevur spælt mest á 2. liðið í ár, har hann hevur spælt á nærum øllum plássum.
Ungi sandavágsdrongurin spældi fleiri dystir á 1. liðið í fjør, men í júst farna kappingarárið bleiv tað bert tann eini dysturin. Í staðin hevur hann spælt flest allar dystirnar á 2. liðið. Spennandi verður at síggja, um hann klárar at bjóða av millum teir best í felagnum.
Hjartaliga tillukk til Una, og vit ynskja honum blíðan byrð!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald