2013-08-11 23:11
Fyri okkum í 07 Vestur og fyri tveir ungar leikarar, Una Falkvard Nielsen og Høgna Egilstoft Nielsen, var ein stórur dagur í dag, hóast keðiliga tapið móti B36: Báðir spældu fyrsta dystin fyri besta lið okkara í dag.
Uni er 17 ár og hevur vant við besta liðinum í alt ár. Skjóti, framrættaði spælarin hevur spælt á 2. liðið, umframt at hava verið úttikin til hópin 7 ferðir áðrenn hann endiliga slapp inn í dag. Uni er úr Sandavági, og er beiggi Eli, sum jú eisini spælir hjá okkum.
Høgni er 16, 3 mánaðar og 13 dagar, og er harvið yngsti leikari nakrantíð á besta liðinum, og slóð metið hjá Hørði Johansen við umleið 6 vikum. Høgni spæli á miðjuni ella miðverjuni. Í ár hevur Høgni spælt við góða U16 liðið okkara, sum kempar heilt í oddinum í bestu dreingjadeildini, umframt at hann er fastur maður á U17 landsliðinum, skrivar 07Vestur á heimasíðu síni.
??rslitini í 19. umfari.
KÍ - ÍF 2-2
HB - Víkingur 1-3
EB/Streymur - TB 3-0
07Vestur - B36 1-4
NSÍ - AB 1-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald