Ítróttur

Ungu badmintonleikararnir smassjaðu seg til 10 gull og 16 silvur

...

2017-02-06 09:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag eru hálvfinalur og finalur spældar í badmintonhøllini í Reykjavík. Byrjað varð kl. 9.00 í gjár, og spælt varð til uml. kl. 16.30 seinnapartin.

Føroysku leikararnir vóru, sum sagt í gjár, við í 51 hálvfinalum. Tá ið hesar vóru lidnar høvdu tey vunnið sær pláss í 19 finalum - fleiri av hesum høvdu føroyskar leikarar báðumegin netið.

Tá ið avtornaði, so høvdu føroysku leikararnir vunnið 10 gull og 16 silvur, sum eru 6 fleiri enn síðsta ár. Og hetta hevur verið gongdin seinastu árini - føroysku badmintonleikararnir gerast hvørt ár sterkari og sterkari og kunnu nú kappast á jøvnum føti við íslendingarnar.
"Vit síggja nú, at okkara miðvísa ungdómsarbeiði við úrvalsvenjingum, sum landsliðsvenjarin hevur staðið fyri, hevur verið rætta avgerðin. Og vit klára betri at halda fast í leikarunum og framhaldandi menna tey og hækka støðið" - sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroyum, Erik Engelbrecht Thomsen.

Fyri fyrstu ferð varð eisini ein føroyskur badmintonleikari heiðraður sum besti leikari. Bartal Poulsen VÍF - fekk virðisløn handaða av forseta Íslands Guðni Th. Jóhannesson til galla-døgurðan, sum varð hildin í Laugardagshøllini sunnukvøldið.

Her er yvirlit yvir, hvussu heiðursmerkini blivu deild:

U13
Einmansleikur - dreingir
Gull - Silas Jacobsen KBF
Silvur - Nóa Eyðsteinsson MBF

Einmansleikur - gentur
Gull - Adhya Nandi HBF
Silvur - Bjarnhild í Buð Justinussen KBF

Einmansleikur - gentur - B-bólkur
Silvur - Erla Johannessen KBF

Tvímansleikur - dreingir
Silvur - Trygvi Weihe/Nóa Eyðsteinsson MBF

Tvímansleikur - gentur
Gull - Adhya Nandi HBF/Bjarnhild í Buð Justinussen KBF
Silvur - Ranja Joensen/Oddbjørg í Buð Justinussen KBF

Blandaður tvímansleikur
Gull - Bjarnhild í Buð Justinussen/Silas Jacobsen KBF

U15
Einmansleikur - dreingir
Gull - Ari Nandi HBF
Silvur - Rúni ??ster HBF

Einmansleikur - gentur
Silvur - Lena Maria Joensen KBF

Einmansleikur - dreingir - B-bólkur
Gull - Regin Gleðisheyg ÍF
Silvur - Rasmus Berg Petersen HBF

Einmansleikur - gentur - B-bólkur
Silvur - Ingibjørg Muller KBF

Tvímansleikur - gentur
Gull - Lena Maria Joensen KBF/Miriam í Grótinum HBF

Tvímansleikur - dreingir
Silvur - Tórur Paulason/Kristian Matras Simonsen HBF

Blandaður tvímansleikur
Gull - Ari Nandy/Adhya Nandi HBF
Silvur - Rúni ??ster/Miriam í Grótinum HBF

U17
Einmansleikur - dreingir - B-bólkur
Gull - Árant á Mýrini MBF
Silvur - Jónfinnur Hansen HBF

Tvímansleikur - gentur
Gull - Sissal Thomsen HBF/Mona Rasmusdóttir ÍF

U19
Einmansleikur - dreingir
Gull - Bartal Poulsen VÍF

Tvímansleikur - dreingir
Silvur - Bartal Poulsen VÍF/Rani í Bø KBF

Tvímansleikur - gentur
Silvur - Jóhanna Osberg Højsted/Femja Jacobsen KBF

Blandaður tvímansleikur
Gull - Bartal Poulsen VÍF/Emelie Norberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder