Ítróttur

Ungu badmintonleikararnir knýttu bond yvir landamørk - myndir

....

2016-04-26 12:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í vikuskiftinum skipaði Badmintonsambandið fyri Junior Faroe Islands Open 2016, har ungir leikarar úr Grønlandi og Íslandi luttóku saman við heimligu ungdómsleikarunum. Hetta var fyrstu ferð í nýggjari tíð, at ein badmintonkapping bleiv skipað í Føroyum við altjóða luttøku. ??r Íslandi luttóku 20 leikarar saman við tveimum venjarum, meðan ferðaliðið úr Grønlandi taldi fýra leikarar saman við tveium venjarum, harav tann eini var grønlendski landsliðsvenjarin Rune Svenningsen.

Kappingin eydnaðist til fulnar. Gestirnir lótu sera væl at vitjanini í Føroyum, har tey umframt nógvar dystir móti føroysku leikarunum fingu høvi at síggja eitt sindur av vakra heimlandið okkara. Á túrinum blivu nógv vinarbond knýtt millum ungu leikararnar úr teimum trimum londunum í ??tnorði, sum hava stóra áhugan fyri badminton í felag. Luttakararnir søgdu seg vera áhugaði í at luttaka aftur næstu ferð.

???Vit hava lært eina rúgvu av hesi fyrstu kapping okkara??? sigur Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandinum. ???Eitt nú hava vit nú myndir og søgur frá gestunum at brúka í altjóða marknaðarføringini næstu ferð, soleiðis at vit tá kunnu bjóða luttakarum úr fleiri londum til Junior Faroe Islands Open 2017. Okkara egnu leikarar eru eisini sera væl nøgdir við at fáa nýggjar avbjóðingar.???

Á myndunum sæst hvussu kappingin í Badmintonhøllini í vikuskiftinum hilnaðist. 

Her er listen med medaljetagere;

U15 A ??? girls single
Gold: Aydha Nandi, Faroe Islands 
Silver: Bjarnhild Í Buð, Faroe Islands

 

U15 A boys single
Gold: Jónas Vágsheyg, Faroe Islands 
Silver: Kristian Matras, Faroe Islands

 

U15 A - ladies double
Gold: Tina Amassen Refaelsen/Karolina Josenius, Greenland 
Silver: Adhya Nandi/Miriam Í Grótinum, Faroe Islands

 

U15 A - mens double
Gold: Jónas Vágsheyg/Hans Eltør, Faroe Islands 
Silver: Kristian Matras/Rasmus B Petersen, Faroe Islands

 

U15 A - mix-double
Gold: Katrin Eva Einarsdóttir/Magnus Daði Eyólfsson, Iceland
Hákun Thorkildshøj, Faroe Islands/Tina Amassen Refaelsen. Greenland

 

U15 M ??? boys single
Gold: Jónas Djurhuus, Faroe Islands 
Siver: Ari M. Jacobsen, Faroe Islands

 

U15 M - mens double
Gold: Ari Nandi/Ari M Jacobsen, Faroe Islands 
SIlver: Jónas Djurhuus/Árant á Myrini, Faroe Islands

 

U15 M - Mix-double
Gold: Sissal Thomsen/Jónas Djurhuus, Faroe Islands 
Silver: Adhya Nandi/Ari Nandi, Faroe Islands

 

U17/19 A ??? girls single
Gold: Milka Brøndlund, Greenland 
Silver: Julia Thomsen, Greenland

 

U17/19 M ??? girls single
Gold: Thorunn Eylands, Iceland
Silver: Gunnva Jacobsen, Faroe Islands

 

U17/19 M - ladies double
Gold: Thorunn Eylands, Iceland/Gunnva Jacobsen, Faroe Islands
Silver: Sissal Thomsen/Lena Maria Joensen, Faroe Islands

 

U17/19 M ??? boys single
Gold: Magnus Dal-Christiansen, Faroe Islands 
Silver: Rani Í Bø, Faroe Islands

 

U17/19 M - mens double
Gold: Magnus Dal-Christiansen/Rani Í Bø, Faroe Islands 
Silver: Daniel Ísak Steinarsson/Einar Sverrisson, Iceland

 

U17/19 M - mix-double
Gold: Gunnva Jacobsen/Magnus Dal-Christiansen, Faroe Islands 
Silver: Sólfrið Hjørleiftsdóttir/Rani Í Bø, Faroe Islands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder