Ítróttur

Unglingar fingu hevnt tapið í steypakappingini

...

2016-04-11 22:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo: 07 Vestur vunnu í kvøld 3-1 móti Víkingi, í sera týðningarmikla dystinum í innleiðandi bólkaspælinum hjá unglingum. Samstundis fingu teir eisini hevnt ósigurin í steypakappingini í síðstu viku. Mál okkara skutu Fríði, Høgni og Jógvan Sigurð.

Liðið:Silas Eyðsteinsson, Høgni E. Nielsen, Niels Mouritsen, Dann Fróðason, Oddur Petersen, Teitur Olsen, Rói Hansen, Hilmar E. Gudmundsen, Brandur Hovgaard, Hørður Egilsson, Fríði S. Joensen (L).

Eyka(Ragnar og Jógvan Sigurð komu inn): Teitur Simonsen, Heini Berglíð, Julian Niclasen, Ragnar Weihe, Jógvan Sigurð Hattarstein.

07 Vestur vóru omaná meginpartin av dystinum, men tað vóru gestirnir, ið løgdu seg á odd tíðliga í 1. hálvleiki. Fáar minuttir fyri hálvleik, fingu vit tó javnað við málið frá liðskiparanum Fríða S. Joensen.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki gav yvirvágin so endiliga úrslit, og vit løgdu okkum á odda við, sum Høgni E. Nielsen skoraði.

Móti endanum fingu vit so enn eitt mál, sum innskifti Jógvan Sigurð Hattarstein fekk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder