Í døgunum 13.-17. mai er føroyska U-landsliðið í badminton í Farum. Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Kekkia og Føroyum. Hetta er fimta árið á rað, at Føroyar eru við. Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur valt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open. Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið fer at síggja út hesaferð. Eftir ætlan kemur ferðalagið aftur til Føroyar á middegi týsdagin.
Teir útvaldu leikararnir á U-landsliðnum eru:
U13
Adhya Nandi, HBF ??? Miriam í Grótinum, HBF ??? Hans Elttør, KBF
U15
Mona Rasmusdóttir, ÍF ??? Jensa Tórolvdóttir, ÍF ??? Sissal Thomsen, HBF ??? Lena Maria Joensen, KBF ??? Ari M. Jacobsen, KBF ??? Ari Nandy, MBF ??? Árant á Mýrini, MBF ??? Jónas Djurhuus, HBF ??? Rúni ??ster, HBF
U17/19
Gunnva Jacobsen, HBF ??? Dann Fróðason, MBF ??? Bartal Poulsen, VÍF - Rani í Bø, KBF ??? Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF ??? Magnus Dal-Christiansen, HBF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald