Politikkur

Ungdómur fylkist

...

2018-05-01 09:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ungdómur fylkist!

1. Mai er dagurin, har vit minnast aftur á vunnin stríð. Arbeiðararørslan hevur sanniliga verið við til at tryggja okkum tað samfelagið, vit liva í í dag. Eitt samfelag, har øll hava rættindi til skúlaskap, til heilsuhjálp, til ansing, og mangt annað. Jú, sanniliga eru nógv stríð, ið vit mugu minnast til at hátíðarhalda. Vit mugu ongantíð gloyma, at vunnu rættindini ikki eru sjálvsøgd, og vit mugu ongantíð taka tey fyrigivið. Men vit mugu eisini altíð hava í tonkunum, at øll stríð ikki eru vunnin enn, og at vit ongantíð mugu gevast at stríðast fyri einum rættvísari og javnari

samfelag.

Vit kunnu í 2018 gera greitt, at ungdómurin í Føroyum ikki hevur nóg góðar sømdir á arbeiðsmarknaðinum. Ung verða sum oftast ikki sáttmálasett, og hava tískil eingi tryggjað rættindi mótvegis arbeiðsgevaranum. Tískil eru arbeiðskorini óstøðug og ótrygg. Alt ov nógv ung uppliva, at løn verður tikið frá teimum, fyri arbeiðssteðgir, tey ikki fáa. Tað er so umráðandi, at ungdómurin kennir síni rættindi og hevur møguleikan at boða frá, tá órættur fer fram.

Tað er eitt ávíst ósamsvar, tá ungdómurin ger sína skyldu, men ikki fær síni rættindi. Rættindi og skyldur í einum modernaðum fólkaræði eiga fylgjast at. Ungdómurin má fylkjast mótvegis arbeiðsgevaranum fyri at tryggja virðilig arbeiðskor. Saman, sum ein hópur, eru vit sterkari. Tá gerast vit fleiri, og tey fá.

Í matstovuvinnuni, á flakavirkjum, havnaløgum - allað staðnis, har verkafólkið fremur sítt dagliga virki, eiga øll, ung og gomul, ófrávíkjandi rættindi, ið vórðu kravd av verkafólkinum undan okkum. Vit eiga at krevja okkara rætt nú. Fyri tað arbeiðandi fólki á sjógvi og á landi, nú og komandi.

Vælferðarsamfelagið, ið vit í Norðurlondum eru so heppin at liva í, er ikki komið av sær sjálvum. Vælferðarsamfelagið møtir altíð mótstøðu og ætlanum um avlaging. Tí er tað so umráðandi at vit hátíðarhalda 1. Mai og halda á fram at stríðast fyri okkara rættindum. Vit skulu altíð verja hesi rættindi og berjast fyri at tryggja øllum góð kor. Bert soleiðis halda vit á fram í stríðnum móti einum rættvísari samfelag.

Góðan arbeiðaradag!

Hervør Pálsdóttir, forkvinna Unga Tjóðveldisins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder