Mentan

Ungdómstiltøk í Havn ??? nú verður tað

...

2015-02-10 00:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á fíggjarætlanini fyri 2015 fyri Tórshavnar Kommunu eydnaðist at fáa játtaðar 500.000 kr. til ungdómstiltøk í Havn fyri ung í aldursbólkinum 14 ??? 17 ár. Hetta er aldursbólkur, sum kanska er blivin ov tilkomin at hava sína dagligu gongd í Margarinfabrikkini, men ov ungur til etableraða býarlívið annars.

Eisini Tórshavnar Ungdómsráð hevur víst á, at tað er stórur tørvur á ymiskum tiltøkum fyri tey ungu í Tórshavn. Dansi, DJ-kvøldum, kjaktiltøkum og ymsum øðrum spennandi átøkum, sum kunnu menna kreativu førleikar teirra ungu.

Eisini ung í Nám X hava í tíðarriti, ið var borið í hvørt hús, víst á, at tað er alt ov óinteressant at vera ungur í Havn, og at umstøðurnar hjá ungdóminum at seta dám á egið frítíðarlív hava verið ov vánaligir.

Tá ið Tórshavnar Kommuna setti samskipara til Reinsaríið og Perluna, varð avgjørt, at uppgáva hjá samskiparanum eisini skuldi vera at skipa fyri ungdómstiltøkum eitt nú í vikuskiftunum.

??tlanin er, at tað nakrar ferðir um árið verður skipað fyri stórum tiltøkum fyri tey ungu í stórari ítróttarhøll, og hvørt vikuskifti verður skipað fyri tónleikatiltøkum í Perluni fyri ung í hesum sama aldursbólki. Tað verða sjálvsagt rúsfrí tiltøk, og skipað verður eisini fyri eftirliti og góðari fyriskipan.

Møguleiki skal eisini vera fyri at skipa fyri øðrum áhugaverdum og spennandi tiltøkum í eitt nú Perluni. Kjakfundum, fyrilestrum og fundarvirksemi v.m.

Tórshavnar Ungdómsráð hevur fingið innivist til sítt fundarvirksemi í Pæsastovu, og tað er einki at ivast í, at raðfestingin hjá Býráðnum av umstøðunum hjá okkara ungdómi, merkir nýggjar tíðir, har tað aftur verður ???feitt at vera ungur í Havn???.

Helena Dam á Neystabø

Forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder