Politikkur

Ungdómstilboð í Vága kommunu

...

2016-10-19 15:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við greinina hjá Jarnhold, á JN.fo 16.10, so havi eg nakrar viðmerkingar til greinina og nakrar ábøtur ið kunnu gerast á ungdómsøkinum hjá kommuni.

Eg eri sera samdur við Jarnholdi, í tí sum hann vísur á í greinini. Vit hava ein stóran trupulleika, tá ið tað kemur til rúsevnir í Vágum. Hesir trupulleikar leiða til at familjur fella frá hvørjum øðrum og geva børnum arr á sálina restina av lívinum. Hendan trupulleika skullu vit í hernað við ??? beinanvegin. Vágoyggin er ein tikkandi bumba, rúsevnum viðvíkjandi. Tað ræður um, at vit øll taka ábyrgd á hesum øki.

Eg havi arbeitt í 2 ár sum ungdómsleiðari hjá Vága kommunu. Hetta er eitt sera spennandi starv, sum eisini hevur sínar avbjóðingar. Eg havi arbeitt tætt saman við námsfrøðiligu rágevingini, løgregluni, heilsusjúkrasystrini, barnaverndini og umboðum frá skúlunum gjøgnum SSP, og tí veit eg at trupulleikin er stórur, tá ið tað kemur til rúsevnir í Vágum.

Vit á Nýggja lista vilja økja tilboðið hjá kommununi innan børn og ung. Sum nú er, so bjóðar kommunan vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla (1. - 2. flokk) og ungdómshús (7.flokk til og við 18 ár), men tú hevur einki tilboð til 3. -6. flokk. Hetta vilja vit broyta. Nýggji listi fer at útvega tilboð til 3. -6- flokk. Hetta tilboð kann verða við til at lofta børnum, sum fella uttanfyri ítróttina og teimum børnum sum longu á hesum aldri eru komin á eina skeiva leið.

Hetta tilboðið kemur ikki at kosta so nógv fyri kommununa, tí meta vit, at hetta skal hava høga raðfesting. Hetta tilboðið kann ikki setast í gongd við teimum fíggjarkørmum sum frítíðarskúlin og ungdómshúsið hava í løtuni. Tilboðið kann koma undir fíggjarkarmin hjá frítíðarskúlanum og tískil koma undir tímatalvuna hjá stovninum. Hetta krevur einar 200.000 kr í lønartímum og uml. 100.000 kr til tilfar o.a. Man kann byrja í smáum og bjóða hetta tilboðið út tvær ferðir um vikuna, tískil skullu ikki so nógvar lønarkrónir til fyri at fáa hetta tilboðið upp at standa.

Sigast skal at undirritaði og leiðarin á frítíðarskúlanum hava í ár givið eitt tilmælið til kommununa, um hvussu nógv hetta tilboðið kemur at kosta. Kommunan vísti ikki vælvild til hetta tilboðið, og tí er einki tilboð til hendan aldursbólk í kommununi í løtuni.

Jákup Olaf Johannesarson

Valevni fyri Nýggja lista

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder