Mentan

Ungdómsmøtið við Jeffrey Bernstein verður í Sørvági í kvøld kl 20

...

2013-10-25 15:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Stórtungdómsmøtið við Jeffrey Bernstein verður í Sørvági í kvøld kl 20.00. Møtið, sum verður í Missiónshúsinum Libanon, er til ung í ???øllum??? aldri.

Í hesum døgun vitjar messianski jødin, Jeffrey Bernstein í Føroyum. Jeff er stovnarin av Gates of Zion í Føroyum og hann kemur at greið frá sínum arbeiði millum kristin og jødar kring heimin.

Jeffrey Bernstein vaks upp í einum jødiskum umhvørvi í Brooklyn í New York. Hann hevur virkað millum ortodoksar jødar í Amerika, Moskva, India og Sentral Asia.

Í 1994 stovnaði hann fyrstu messiansku-jødisku samkomuna í Moskva. Henda samkoma er fleirfalda síðani tá og er í støðugum blóma. Í 1998 flutti hann við húski sínum til Kasakstan har hann setti tvær messianskar samkomur á stovn, hann hevur eisini stovnað samkomur í Usbekistan og í Kyrgisistan.

Jeffrey gjørdist ovfarin á síni fyrstu vitjan í Føroyum í 2009. Tað at hitta so mong trúgvandi, ið høvdu ein djúpan kærleika til Ísrael og til tað jødiska fólkið er sjálvsamt. ???Eg haldi ikki, at tað er av tilvild, at tað eru 18 oyggjar, ið tilsamans eru Føroyar. Átjan er hebraiska heitið fyri ???Chai???, ið merkir ???LÍV???!

Paulus ápostul skrivar, at frelsa Ísraels verður ???LÍV AV DEYÐUM???! Rómbr. 11:15 ???.tí, at tey eru vrakað, hvat verður tað tá uttan lív av deyðum.

Eg trúgvi, at likam Kristusar í Føroyum er kallað at hava ein týdningarmiklan leiklut í sambandi við frelsu Ísraels. Hetta havi eg kent á mær, síðani eg á fyrsta sinni hoyrdi um Føroyar, at hesar ???Lívsins oyggjar??? fara at hjálpa at bera lív til tey ???turru beinini í húsi Ísraels???.

Jeffrey Bernstein kennir persónliga kallið um, at jødar eiga at vera ein fyrimynd og ljós fyri øll fólkasløg.

Endamálið er eisini at røkka jødum við evangeliunum um Messias (Kristus) og upplýsa ta kristnu kirkjuna/samkomuna um jødisku røtur teirra.

Eftir at hava verið í gamla Sovjetsamveldinum í mong ár, flutti Jeffrey aftur til USA har hann arbeiður út frá.

Jeffrey Bernstein vónar at fólk taka undir við arbeiðinum um missión til jødar og hervið gerast ein virkin liður í hesari stóru avbjóðing.

Gates of Zion hevur heimasíðuna: www.gatesofzion.net

Vit vóna at sýggja nógv til møtið í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder