HSF: Í eina tíð hava HSF og HSÍ, sum er íslendska hondbóltssambandið, arbeitt við einum hugskoti at skipa fyri árligum ungdómslandsdystum landanna millum.
Hugsanin er, at dystirnir annaðhvørt ár skulu verða í Føroyum og annaðhvørt ár í Íslandi.
Avtalað er at hittast fyrstu ferð í Íslandi í døgunum 15. til 18. mei í ár.
Føroyar fara til Íslands við tilsamans 4 liðum. Eitt í hvørjum aldursbólki hjá gentum og dreingjum í U16 (1998 og 1999) og U14 (2000 og 2001). Íalt verður tað eitt ferðalag á eini 70 fólk við venjarum og hjálparum.
Samstundis er ætlanin, at fleiri nevndarlimir í Starvsnevndini og í ??rvalsnevndini hjá HSF vera við. Tað er ongin loyna, at Ísland á mangan hátt er okkara fyrimynd í hondbóltshøpi. Hóast tey ikki eru so nógv fleiri enn vit, og hóast at tey landafrøðiliga hava somu avbjóðingar sum vit, hevur Ísland gjørt tað framúr gott á altjóða pallinum í mong ár. Ikki minst tá teirra A-landslið hjá monnum í 2008 spældi seg í Olympisku hondbóltsfinaluna. Tí er hugsanin eisini, at HSF brúkar ferðina til at nema kunnleika um, hvussu arbeitt verður í Íslandi.
??ttøkan av liðunum verður í apríl mánaði. Hetta er ein sera spennandi og mennandi roynd fyri okkara leikarar, og stuttligt verður at síggja, hvussu føroysku liðini standas eg í mun til Ísland í hesum aldursbólkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald