Nú verður ungdómstilboð sett á stovn í Kollafirði. Royndirnar vísa, at tørvur er á skipaðum tiltøkum fyri børn og ung, har tey fáa møguleika fyri at menna sínar skapandi førleikar, at vera saman, at skipa fyri spølum, at spæla tónleik og at taka lut í verkætlanum, sum kunnu menna hugskot og nýbrot.
Tí hevur kommunan síðstu árini miðvíst skipað nýggj ungdómstilboð í Hoyvík, Nólsoy, Norðasta Horni og Kaldbak aftrat Margarinfabrikkini í miðbýnum. Og nú eigur tey ungu í Kollafirði tørn.
Í nýggja ungdómstilboðnum í Kollafirði er lagt upp til at skipa fyri spennandi verkætlanum í samstarvi við onnur, sum hava serligar førleikar og hugskot.
Á fundi í Mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu í gjár samtykti ein samd nevnd at seta ungdómstilboð á stovn í Kollafirði. Fíggingina fekk býráðið til vega í sambandi við fíggjarætlanina 2016. Málið hevur eisini verið til viðgerðar í Kollafjarðarnevndini, og er tí væl kjølfest í bygdini.
??tlanin er at byrja longu nú í februar og at hava opið tvær ferðir um vikuna. Tað verður leiðslan á frítíðarskúlanum í Kollafirði, sum fær yvirskipaðu leiðsluna og ábyrgdina av virkseminum í ungdómsklubbanum í Kollafirði.
Starvsfólk og leiðsla hava kunnað seg við onnur ungdómstilboð í kommununi, og tey hava havt arbeiðsfundir saman við børnum og ungum í Kollafirði, bólkað í 4.-6. flokk og 7. flokki og uppeftir. Og tað hevur verið stórur áhugi og góð uppmøting á fyrireikandi fundunum.
Ungdómsklubburin verður staðsettur í núverandi frítíðarskúla. Og ætlanin er at hava opið hósdag og leygardag. Enn hevur ungdómstilboðið í Kollafirði ikki fingið nakað serstakt navn ??? og hevði tað verið stuttligt, um tey ungu sjálvi skipaðu fyri einari navnakapping.
Sum forkvinna í mentamálanevndini fegnist eg um, at full semja er um at seta hetta týdningarmikla virksemi á stovn. Tað fer við vissu at skapa trivnað millum børn og ung í Kollafirði.
Helena Dam á Neystabø
forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald