Ítróttur

Ungdómsfótbóltur á breddan

...

2017-02-07 13:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í døgunum 3. og 4. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt.

- Vónandi verður tiltakið væl móttikið. Málbólkurin eru allir barna- og ungdómsvenjarar kring landið, uttan mun til útbúgving ella royndir. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsfótbólti, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Fríggjadagin og leygardagin, 3. og 4. mars skipar FSF fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjing íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.

Á skránni verða spennandi fyrilestrar, umframt praktiskar venjingar á vøllinum. Fríggjadagin vera luttakararnir í gongd frá klokkan 17:30 til klokkan 21:00, og leygardagin frá klokkan 09:00 til klokkan 18:00, tá endað verður við felags døgurða.

Evni, sum verða á skránni hesar dagarnar, eru millum annað
- ???Talent??? hugtakið ??? hvat er eitt ???talent????
- ??tveljing av leikarum ??? skulu vit velja út? Nær og hvussu?
- Tann góða barna- og ungdómsvenjingin ??? anno 2017
- Tað gevandi venjaraumhvørvi
- Gentufótbóltur ??? avbjóðingar og møguleikar
- Gjøgnumbrotsspæl ??? hvussu skapa vit kreativar lekarar?
- Rák og royndir í altjóða fótbólti ??? hvat merkir hetta fyri barna- og ungdómsvenjingina?

Seinasta freist at melda til ráðstevnuna ermánadagin 20. februar 2017. Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til Pætur Clementsen,[email protected]. Í teldupostinum skal upplýsast navn, teldupostur og fartelefon nummar.Luttøkugjaldið er 1.000 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder