2015-04-28 16:16
Voxbotn og Ungdómsdeildin hjá Eik hava aftur í ár gjørt samstarvsavtalu, ið inniber, at Ungdómsdeildin hjá Eik verður ein av stuðlunum hjá konserttiltakinum Voxbotn, sum verður leygardagin 27. juni 2015. Somuleiðis er Eik høvuðstuðul til Bassalandið til børnini við trampolinum og hoppiborgum, og árligi Bassaføðingardagurin verður eisini hildin á Voxbotn.
Konsertiltakið Voxbotn hevur undanfarin ár eydnast væl og tað hevur eisini verið útselt øll árini síðani tiltakið var hildið fyri fyrstu ferð í 2012. Og tað sær út til at 2015 verður einki undantak. Longu nú eru fleiri stór nøvn avdúkaði, m.a. John Martin úr Swedish House Mafia, U.D.O., Swangah, Byrta, Jógvan, Flamma, Marius og Stanley. Komandi tíðina verða enn fleiri spennandi útlendsk og føroysk nøvn avdúkaði.
Sum altíð er málið hjá Voxbotn at geva ungum sum eldri góðan tónleik, undirhald og eina heildaruppliving í 12 tímar út í eitt niðri í Vágsbotni.
Ungdómsdeildin hjá Eik hevur verið stuðul hjá Voxbotn øll árini, síðani Voxbotn byrjaði. Ungdómsdeildin hjá Eik hevur til endamáls at ráðgeva og vegleiða ungum frá 18-28 ár í banka- og fíggjarviðurskiftum. Til hetta hevur bankin serligar ungdómsráðgevar á deildunum kring landið.
- So skjótt sum Voxbotn var liðugt í fjør, fóru vit undir fyrireikingarnar til í ár, og málið er sum altíð at gera Voxbotn enn betri, sigur Háldan Haldansen, sum er ein av fyriskiparunum.
- At fáa tær stóru stjørnurnar til Føroyar í bestu spælitíð kostar nógv, og tí eru vit sera fegin um, at Ungdómsdeildin hjá Eik aftur í ár stuðlar Voxbotn. Uttan henda stuðul hevði illa borið til at skipa fyri tiltakinum á hendan hátt.
Ungdómsdeildin hjá Eik fegnast eisini um samstarvsavtaluna við Voxbotn.
- Vit eru sera fegin um at hava gjørt samstarvs- og stuðulsavtalu við Voxbotn, sum vit halda er eitt gott og væl fyriskipað tiltak. Tiltakið hóskar seg eisini væl til okkara málbólk, sigur Eva Brekkstein, leiðari fyri Ungdómsdeildini hjá Eik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald