Politikkur

Unga Tjóðveldið stillar upp til fólkatingsvalið

...

2015-06-01 04:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ung skulu bjóða seg fram á øll val, har avgerðir verða tiknar, ið ávirka gerandisdagin hjá ungum. Tí ger Unga Tjóðveldið upp við sína siðvenju, um ikki at bjóða seg fram til fólkatingsvalið, og stillar upp. Valevni felagsins er 20-ára gamli Tór Marni Weihe, sum umframt at vera virkin í Unga Tjóðveldinum er formaður í Tórshavnar Ungdómsráð.

»Tað er umráðandi, at ungdómurin tekur lut í politikki. Politiskar avgerðir ávirka ung, og tí mugu ung eisini siga sína hugsan og gera vart við seg, tá ið høvi er til tess. Men eg haldi eisini, at ung skulu tora at bjóða seg fram at gerast fólkavald. Ung eru eins góð umboð, sum tey eldru, og eiga ikki at halda seg aftur.«

Hetta sigur Tór Marni Weihe, sum nú kunngerð, at hann bjóðar seg fram fyri Tjóðveldi til komandi fólkatingsval.

Spurdur um hví, hann hevur gjørt av at stilla upp fyri Tjóðveldi, sigur Tór Marni, at hann heldur tað vera umráðandi, at umboð Føroya á fólkatingið umboða Føroya fólk ??? ikki donsku stjórnina ??? og arbeiða miðvíst fyri at styrkja føroyskar førleikar og menna vakstrar- og útflutningsmøguleikar hjá føroyskum vinnulívi.

Tór Marni heldur, at tað í dag er meiri avgerandi enn nakrantíð áður, at vit fáa eina sterka sjálvstýrisrødd á fólkatingi. Føroyska sjálvstýri skal styrkjast og mennast, og eisini á fólkatingið skal virkast fyri, at føroyski sjálvsavgerðarrætturin verður styrktur.

Tað er ikki vanligt, at Unga Tjóðveldið stillar umboð upp til fólkatingið. Felagið ynskir, eins og flokkurin, at fólkatingsumboðanin verður avtikin. Støðan í dag, er tó so álvarsom, at felagið hevur eina skyldu at bjóða seg fram at skapa tað broyting, felagið ynskir at fremja, sigur Tráin P. Nónklett, formaður í Unga Tjóðveldinum.

»Tað er ikki siður, at Unga Tjóðveldið stillar umboð upp til fólkatingsval, men støðan í dag er so mikið álvarsom, at vit kunnu ikki bert hyggja at og finnast at longur. Vit mugu bjóða okkum fram at skapa ta broyting, ið vit ynskja at fremja.«

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder