Yvirlýsing frá landsfundi Unga Tjóðveldsins 2015:
Føroyskur ungdómur eigur at sleppa til orðanna, og tað ynskja vit í Unga Tjóðveldinum at virka fyri, tí at ung eru tað virðismiklasta tilfeingi, ið vit eiga. Ung skulu trívast, og til at fremja neyðugu broytingarnar á ungdómsøkinum er neyðugt við einum løgtingsumboðið hjá Unga Tjóðveldinum.
Unga Tjóðveldið er til reiðar til komandi løgtingsval.
Tað er niðurstøðan, eftir at felagið hevur havt landsfund og nývalda nevndin hevur skipað seg. Nógv skal gerast fyri føroyskan ungdóm, og í Unga Tjóðveldinum eru vit til reiðar at ganga undan í arbeiðinum.
Fyrst og fremst hava ung tørv á eini rødd á tingi. Unga Tjóðveldið hevur stillað tvey dugnalig og eldhugað fólk upp, ið brenna fyri at betra um umstøðurnar hjá ungum í Føroyum, og tað skal vera okkara vón, at føroyskur ungdómur tekur seg saman og velur tey inn á ting, soleiðis at vit fáa løgtingsfólk, ið hava skil fyri, hvussu dagur hjá einum ungum føroyingi sær út, og sum kenna til ynski, áhugamál og hugsjónir hjá ungum í Føroyum.
Listin yvir átøk, ið fremjast skulu, til tess at skapa góðar umstøður til ung ??? bæði tey sum lesa, og tey sum læra ella arbeiða. Vit eru í harðari kapping við okkara grannalond um ungu og klóku høvd, og tað harmar okkum í Unga Tjóðveldinum, at okkara fólkavaldu ikki síggja ung sum eina íløgu, ið bæði skapar búskaparvøkstur og framgongd. Ung verða, á sama hátt sum okkara eldru, viðfarin og umrødd sum ein byrða, ið onkursvegna tyngir samfelagið. Retorikkurin hjá sitandi samgongu prógvar av álvara, at sambandið við vanliga føroyingin er fokið, tí tá ið heilir samfelagsbólkar verða niðurgjørdir og umrøddir sum óynsktir, tá er tað ábending um, at valdsgreðin kámar dømimáttin hjá tinglimunum.
Unga Tjóðveldið hevur ítøkilig ungdómspolitisk mál, ið vit vilja seta á dagskránna, og vit fara at arbeiða av øllum alvi fyri, at ung komandi árini í nógv størri mun fáa ávirkan á sín gerandisdag. Vit fara at leggja allar kreftir í at tryggja, at Tjóðveldi vinnur komandi val, kemur í samgongu og at Unga Tjóðveldið fær umboðan á løgtingi ella landstýri.
Í tøttum samstarvi við Unga Tjóðveldið orðaði og samtykti Tjóðveldi ein ungdómspolitikk í fjør, har ítøkilig mál vit hava sett orð á ítøkilig mál, ið vit ætla at fremja. Millum annað vilja vit, at ung skulu sleppa at greiða atkvøðu sum 16 ára gomul, og at undirvísingin í samfelagskunnleika í skúlunum verður styrkt samsvarandi. Samfelagsfrøði og fólkaræði skulu blíva sjálvstøðug lærugrein í fólkaskúlanum og bæði á kommunalum stigi og landsstigi skulu ung fáa umboðan.
Stórar íløgur skulu eisini gerast í trivnaðin hjá ungum. Stórur saknur er í heilsusystrum í miðnámsskúlunum, og tí eiga tær saman við sálarfrøðingum at knýtast at miðnámsskúlunum. Kanningar, ið staðfesta, at fleiri ung hava sjálvmorðstankar og í ov stóran mun eru strongd, skulu takast í álvara, og
Í Unga Tjóðveldinum fegnast vit almikið um ábendingarnar, ið seinastu veljarakanningarnar geva okkum. Sitandi samgonga vinnur ikki aftuval, og útlitini fyri samstarvi millum verandi andstøðuflokkar eru góð, og vit í Unga Tjóðveldinum ivast tí ikki í, at veruligir batar á ungdómsøkinum gerast veruleiki eftir løgtingsvalið, sum kemur.
Okkara partur fer í øllum førum ikki at liggja eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald