Politikkur

Unga Tjóðveldið nýggja forkvinnu

...

2016-03-21 09:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 19. mars hevði Unga Tjóðveldið landsfund í Miðlahúsinum. Umframt at Heini í Skorini og Høgni Hoydal luttóku, skuldi nýggj nevnd veljast.

Tráin Petursson Nónklett, ið hevur verið formaður síðani februar 2014, legði frá sær. Elsa Berg varð vald forkvinna. Elsa hevur verið virkin í Unga Tjóðveldinum í fleiri ár, m.a. sum landsnevndarlimur og forkvinna í Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið.

??kisfeløgini Unga Tjóðveldið í Norðoyggjum, Eysturoyar Unga Tjóðveldið og Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið hava hvør sítt umboð í landsnevndini. Hesi eru ávikavist Rani Høgnason Hansen, Hervør Pálsdóttir og Magnus Heinason Eysturoy. Tað bar til hjá fimm fólkum at stilla upp beinleiðis til landsnevndina. Sjey fólk stillaðu upp og tískil bleiv nevndarval. Kári Joensen, Kristina H. Clementsen, Johanna Roos Slættanes, Teitur Jákupsson Sigvardsen og Tráin Petursson Nónklett vórðu vald.

Nevndin er spent at fara til verka og skipar seg á komandi fundi. Fyrsta uppgávan hjá nýggju nevndini verður at luttaka til flokstingið hjá Tjóðveldi, ið verður 1. og 2. apríl í Skopun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder