Politikkur

Unga Tjóðveldið luttekur á ráðstevnu í Barcelona

...

2015-09-09 01:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

9., 10. og 11. september luttekur Unga Tjóðveldið á stórari ráðstevnu í Barcelona í Katalonia. Elsa Berg umboðar Unga Tjóðveldið. Hon skal m.a. hava framløgu um Føroyar og føroyska tjóðskapar- og loysingarstríðið.


Tað er m.a. felagsskapurin European Free Alliance Youth (EFAy), sum Unga Tjóðveldið hevur atlimaskap í, sum skipar fyri ráðstevnuni. EFAy er ungdómsvongurin hjá parlamentariska tingbólkinum European Free Alliance (EFA), ið saman við European Greens, umboðar tjóðskaparrørslurnar og grønu rørslurnar í Evropa parlamentinum.

Ymiskt er á skránni hesar dagarnar. Fyrsta dagin, 9. september, verður vitjað ymisk søgulig støð í Katalonia, m.a. katalonska parlamentið. Eisini verður døgurði við ungmannafelagið JERC, sum er systurfelag hjá Unga Tjóðveldinum. JERC er ein vinstravendur loysingarflokkur, sum ynskir eina frælsa katalonska republikk.

10. september er sjálva ráðstevnan.
Ráðstevnan kallast ???Democracy and European Emerging Values: The Right to Decide???. Ymiskir felagsskapir, sum m.a. arbeiða fyri loysing, størri sjálvræði og rættindir hjá minnilutum, hava framløgur. Her skal Elsa Berg greiða frá um Føroyar og føroyska tjóðskapar- og loysingarstríðið. Fyri nógvar partar í Evropa hevur Føroyar sera stóran áhuga, m.a. hjá frælsislyntum katalonum. Eisini luttaka ymsir serfrøðingar við teirra íkasti.

11. september er tjóðardagur hjá katalonum. Her luttekur Elsa Berg í ymsum skrúðgongum, sum stuðla katalonska stríðnum fyri tjóðarfrælsi. Í 2014 luttóku upp móti 2 milliónir fólk í skrúðgonga fyri loysing.

Myndin er frá tjóðardegnum hjá katalonum í 2014.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder