Politikkur

Ung valevni veljast

...

2014-11-25 18:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

???Ov leingi er ungdómurin blivin hildin uttanfyri, tá ið avgerð er tikin í týdningarmiklum málum, ið viðurkoma okkum ungu. Um í mesta lagið eitt ár er aftur val til Løgtingið, og er tað av alstórum týdningi, at vit savna okkum um ung valevni. Tí um ung ikki gera tað, hvør ger tað so???? ??? skrivar Unga Tjóðveldið í tíðindaskrivi og boðar frá uppstillingarfundi.

Felagið boðar frá, at Unga Tjóðveldið hevur seinna og seinasta uppstillingarfund 26. november í Landsbókasavninum. Her fáa limir Unga Tjóðveldsins høvi at gera av, hvørji skulu umboða felagið til komandi løgtingsval. Hin fyrri uppstillingarfundurin varð hildin 14. november í ár. Sambært lógum Tjóðveldis kann felagið stilla tvey valevni upp á flokslistanum.

Fundurin byrjar kl. 19 við, at Høgni Hoydal hugleiðir um týdningin av einum virknum ungdómi og hvørja ávirkan, ungdómurin kann hava á samfelagið. Síðani verður sjálva uppstillingin, og eftir hetta verður eisini møguleiki til at kjakast um ymiskt og koma við hugskotum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder