JN

Ung og arbeiðsrættindi í Starvsmannafelagnum

...

2018-03-10 09:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

10. mars er landsfundurin hjá Unga Tjóðveldinum. Høvuðsevnið á degnum er ung og arbeiðsrættindi. Leivur Persson, sum er stjóri á Arbeiðseftirlitinum, hevur framløgu um evnið.

Unga Tjóðveldið hevur fingið fleiri søgur frá ungum, sum hava verið fyri órætti á arbeiðsmarknaðinum. Serliga tykist ein trupulleiki at vera væntandi steðgir. Fleiri ung verða enntá trekt í løn fyri steðgir, sum tey als ikki hava møguleika at taka. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum nakað má gerast við.

Nýggj forkvinna/maður skal eisini veljast á landsfundinum. Elsa Berg, sum hevur verið forkvinna seinastu tvey árini, leggur frá sær.

Eisini bjóðar Unga Tjóðveldið ókeypis suppu, og Fróði Bjarnason Joensen spælir tónleik.

Landsfundurin verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum (J. H. Schrøtersgøta 9, Havn) og byrjar kl. 12. ??ll ung tjóðveldisfólk eru vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder