Ítróttur

Ung í útnorði hittast til badminton

...

2015-08-16 15:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í hesi vikuni eru fleiri politisk umboðsfólk fyri Grønland, Ísland og Føroyar savnaði í Føroyum til fundar í sambandi við, at tað í ár eru 30 ár síðani ??tnorðurráðið bleiv sett á stovn. Men hesa vikuna eru ung í aldrinum 11-17 ár úr hesum somu trimum londum savnaði í Narsaq sunnaliga í Grønlandi, har tey luttaka á árligu venjingarleguni, North Atlantic Camp, fyri ungum úrvalsleikarum í badminton.

Venjingarlega við fokus á góðsku

Hetta er sætta ári á rað at skipa verður fyri venjingarlegu fyri børnum og ungum úr ??tnorði, har Føroyar hava verið vertstjóð tríggjar ferðir. Í ár gekk leiðin tó til bygdina Narsaq, sum hevur eina stásiliga badmintonhøll, hóast einans 1.300 fólk búgva í kommununi. Ferðaliðið úr Føroyum telir sjey leikarar umframt nakrar venjarar og nøkur foreldur. Høvuðsvenjari á leguni er nýggi grønlendski landsliðsvenjarin Rune Svenningsen, sum hevur drúgvar royndir sum leikari og venjari. Eitt nú var Rune venjari hjá Nýsælendska landsliðnum, áðrenn hann í vetur gjørdist grønlendskur landsliðsvenjari. Í frálæruni leggur Rune doyin á, at leikararnir fara í dýpdina við at menna sínar sterku síður og vera tilvitaði um tær veiku. Eisini hava tey lært at samstarva upp á tvørs av landamørkum, tí tey hava kappast í bólkum samansett av luttakarum úr teimum trimum londunum.

Ung hittast og knýta bond

Ungu leikararnir úr Íslandi og Føroyum sova á bóli í badmintonhøllini, har føroysku leikararnir fáa góðar stundir og umstøður til at knýta nýggj vinarbond við leikarar úr hinum báðum londunum. Frítíðin fer við felags spølum og øðrum virksemi, har tey veruliga koma at kenna felags mentanina - og munirnar landanna millum. Eisini verður málið roynt hjá hvørjum øðrum. Eitt nú var stórur látur, tá íslendsku leikarnir fyrsta kvøldið søgdu seg hava sengur við, men manglaðu bert dýnur. Føroysku leikararnir søgdu seg hava dýnur við, men høvdu brúk fyri sengrum. Á íslendskum merkir dýna madrass, meðan seng er íslendska orðið fyri dýnu.

· Formaður væl nøgdur

· Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya er sera væl nøgdur við leguna í Narsaq: "Tey ungu fáa eyguni á felagsskapin tvøtur um landamørk, har badminton er teirra felagsnevnari. Samstarvið í útnorði snýr seg sostatt um meira enn politiskar fundir í ??tnorðurráðnum, tí eitt nú badmintonsambondini í teimum trimum londunum hava raðfest felags venjingarlegur hvørt ár síðstu seks árini."

Legan endar við kapping

Badmintonlegan endar við eini stórari kapping í vikuskiftinum, har tíggju aðrir leikarar úr Grønlandi luttaka saman við teimum 24 leguluttakarunum úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder