Ítróttur

Ung frá Hvirluni dystast um DM

...

2013-08-30 19:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvirlan.fo skrivar:

Um vikuskiftið fara sjey limir í Hvirluni at royna seg í dysti móti javnaldrum í Danmark. Tað er í Aarhus, har skipað verður fyri danska meistaraheitinum fyri ung. Tey sum luttaka hjá Hvirluni eru:

  • Helgi Geyti (???93): spjótkast, D20-22
  • Trygvi Zchariassen Laksáfoss (???94): longdarlop og trýstøkk, D18-19
  • Hallur Simonsen (???95): diskuskast og kúlustoyt, D18-19
  • Edna Maria Debes (???97): hæddarlop og 100 m forðarenning, G16-17
  • Tóri Nielsen (???97): spjótkast, D16-17
  • Marita Káradóttir Petersen (???98): spjótkast, trýstøkk og 80 m forðarenning, G14-15
  • Tórur Mortensen (???98): longdarlop og trýstøkk, D14-15

Edna Maria umboðar Vejle, meðan hini umboða danska vinarfelagið Aarhus 1900. ??ll hava støði at koma í finaluna í øllum greinum, tvs verða millum tey átta, meðan fleiri hava møguleika fyri at blanda seg í stríðið um heiðursmerkini. Heimasíðan verður uppdatera við myndum og úrslitum hvørt kvøld.

Skráðin hjá Hvirlunum (føroyskt tíð) er:

Leygardag 31/8

  • 09:15 spjótkast Tóri Nielsen
  • 09:30 trýstøkk Marita K. Petersen
  • 10:45 spjótkast Helgi Geyti
  • 12:10 kúlustoyt Hallur Simonsen
  • 14:00 trýstøkk Trygvi Z. Láksáfoss
  • 14:15 spjótkast Marita K. Petersen
  • 15:00 hæddarlop Edna Maria Debes
  • 16:55 trýstøkk Tórur Mortensen

Sunnudag 1/9

  • 08:30 80 m forðarenning Marita K. Petersen
  • 09:20 diskuskast Hallur Simonsen
  • 11:00 longdarlop Tórur Mortensen
  • 12:15 100 m forðarenning Edna Maria Debes
  • 15:15 longdarlop Trygvi Z. Laksáfoss

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder