Vinna

Undirritaðu krevja, at Vágatunnilin skjótast gjørligt verður handaður landinum

...

2017-02-03 15:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Undirritaðu krevja, at Vágatunnilin skjótast gjørligt verður handaður landinum.

Lánið er nú niðurgoldið til avhendingarvirðið 160,3 mió, umframt at 30 milliónir eru í tøkum peningi.

Vit eru errin av, at 15-ára langa verkætlanin endiliga er komin á mál. Tunnilin er útgoldin, eftir at 310 milliónir krónur eru kravdar inn í bummpeningi.

Vit hava hildið okkara part av avtaluni og fegnast um, at tunnilin smbr. løgtingslóg nr 14/2002 sum skjótast gerst partur av samhaldsfasta landsvegakervinum.

Vit líta á, at landið somuleiðis heldur avtaluna, tá Norðoyatunnilin verður útgoldin.


Her er eitt link til elektroniska undirskriftasavning, har allir føroyingar hava møguleika at luttaka í einum frambroti á landsvegakervinum í Føroyum. Tá bummurin er burtur, kemur Vágoyggin heilt og fult í vegakervið hjá landinum, júst sum ætlanin var. Um uml 2 ár komur Borðoy, Kunoy, Viðoy eisini uppí vegakervið - uttan nakra forðing
Ver við til at menna og savna Føroyar - skriva undir at taka forðingina burtur tá vegurin er útgoldin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder