Ítróttur

Undan 23. umfari

...

2013-09-22 03:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Jákup ??sá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, metir her um dystirnar í 23. umfar í Effodeildini, sum verður spælt í morgin.

Um 23. umfar:

Fyrst skal sigast, at tríggir dystir frá eldri umførum vera spældir eftir, at hendan metingin verður gjørd. Tað kann broyta fortreytirnar nakað, um týðandi leikarar fáa skaðar ella leikbann og ikki spæla komandi umfar ella um úrslit seta lið í broyttar støður. Men tað eru tveir greiðir favorittar til hetta umfarið. Tað eru B36 og ÍF og hesi liðini spæla ikki í vikuni áðrenn. Hinvegin eru dystirnir í Gundadali og við Stórá meira opnir enn stigatalvan vísir.

B36-KÍ 1
Fyrsti dysturin í 23. umfari er fríggjakvøldið. Tá møtast eitt av best koyrandi liðunum í Effodeildini í løtuni og so liðið, sum í longri tíð hevur fingið tey vánaligastu úrslitini av øllum liðunum í deildini. B36 hevur - umframt góðu gongdina seinastu tíðina ??? sera gott tak á KÍ undir leiðslu av Mikkjal Thomassen og er stór favorittur til hendan dystin. Róaldur Jacobsen hevur leikbann, men tað fær neyvan stórvegis ávirkan, tí Hørður Askham er tøkur aftur og tí manna Evrard Blé og Súni Olsen ein sterkan miðvøll hesaferð. KÍ gav NSÍ ??? sum saman við B36 er best koyrandi liðið í løtuni - harða mótstøðu og tað skal eitt slíkt avrik sum í fyrra hálvleiki til, um B36 skal hava mótstøðu. KÍ kann gott skora 2-3 mál hendan dystin ??? mest sannlíkt í fyrra hálvleiki ??? men eg vænti, at B36 skorar minst 3 mál, har vælleikandi Lukasz Cieslewicz verður avgerandi leikarin.

HB-EB/Streymur 1
Her kann HB hava fingið sær eina trygga leiðslu í Effodeildini, um teir hava vunnið á Argjum frammanundan. Vera teir 8 stig á odda undan hesum dystinum, so kann tað vera ein fyrimunir fyri EB/Streym, sum er í harðari kapping um Europa League pláss, tí leiðslan hjá HB verður so trygg. Men HB er á heimavølli og fer uttan iva eftir øllum stigunum, tí teir skylda heima áskoðarunum ein sigur í Gundadali, har teir ikki hava vunnið síðani á ólavsøku. EB/Streym ber nærum ikki til at rokna út, tí teir hava so ójavnar dagar. Dysturin er rættuliga opin og tað er bara heimavøllurin sum ger, at eg helli til HB.

Víkingur-AB 1
Tað tykist sum Víkingur vil mótprógva tosinum um, at teir fara at enda í somu støðu sum í fjør, har liðið misti motivatión og vilja til at vinna dystir eftir steypasigurin. ??rslitini higartil benda á somu gongd sum í fjør, men Víkingar hava lagt nógv fyri at fáa stig móti bæði NSÍ og B36. Tá mistu teir á stokkinum báðar ferðir. AB vinnur ikki á útivølli, men byrja nú aftur at blíva kroystir á stigatalvuni, har TB og KÍ liggja beint aftanfyri og kunnu fara framum hvørja løtu, so leingi sum AB ikki vinnur ein dyst. AB kann fáa ein javnleik, men eg havi Víking til vinnara í hesum dystinum

TB-NSÍ 2
Hjá TB var tað eitt stórt bakkast seinast, tá liðið ikki fekk nakað burturúr dystinum í Sørvági móti 07Vestur. Tað var lættasti dysturin á pappírinum, sum TB hevði eftir. Men á heimavølli hevur TB uppbygt sær eitt álit sum ger, at man ongantíð verður kløkkur, um teir fáa stig á heimavølli. NSÍ eru flúgvandi undir Heðini Askham og ætla sær bronsuna og tann møguleikin er avgjørt til staðar, sum tað gongur í løtuni. Báðir dystirnir millum hesi bæði liðini í landskappingini í ár eru endaðir við 0-0 javnleiki, men tað vænti eg ikki hesin ger, tí bæði liðini hava ávísar veikleikar í verjupartinum. Hesin dysturin er meira opin enn stigatalvan sigur, men eg helli til NSÍ.

ÍF-07Vestur 1
Móti EB/Streymi sóu vit, at hópurin hjá ÍF er ikki so breiður, tí tað merktist, at onkrir av útisetunum ikki komu heim til dystin. Hinvegin er ÍF eitt nógv betri lið enn 07Vestur sjálvt um teir mangla onkrar leikarar. 07Vestur kann sjálvsagt fáa eina vón, um teir vinna móti Víkingi áðrenn hendan dystin. Men eg vænti ikki, at 07Vestur fer at nærkast nøkrum liði uppiyvir niðurflytingarstrikuni. ÍF skal hava ein sigur bæði fyri at varðveita FM vónina og fyri framhaldandi at vera tryggir á 2. plássi og alt talar fyri einum heimasigri.

Jákup ??sá

Kelda fsf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder