Ítróttur

Undan 22. umfari

...

2013-09-14 17:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Terji Nielsen, ítróttarskrivari á Dimmalætting, metir um 22. umfar í Effodeildini, sum verður spælt sunnudagin 15. september.

Eitt sera trupult umfar at spáa um, har tað er at kalla eingin stórfavorittur í nøkrum dysti. Vit kunnu vænta okkum eitt sera spennandi umfar, sum saktans kann hava nakrar markantar broytingar á stigatalvuni við sær.

EB/Streymur-ÍF X
Her vænti eg ein tættan dyst. Gamaní er ÍF framman fyri á stigatalvuni, men tað plagar altíð at vera javnt og intenst millum hesi bæði lið, og eg vænti ein javnleik, hóast tað kann koppa báðar vegir

NSÍ-KÍ 1
Runavíkingar eru av álvara komnir í gongd og tevja nú europeiska luttøku. Klaksvíkingar eru hinvegin í einum djúpum aldudali, og eg vænti, at NSÍ vinnur lutfalsliga lætt

AB-HB 2
Argjamenn hava havt eina góða gongd, meðan HB hinvegin er steðgað eitt sindur upp. Men eg vænti tó, at HB vinnur dystin úti í Vika, men tað verður ein javnur dystur, og argjamenn kunnu gott arga oddaliðið.

B36-Víkingur 1
Árstalsfelagið hevur meiri at spæla fyri enn Víkingur. B36 er væl við í kappingini um europeiska luttøku, meðan Víkingur longu hevur tryggjað sær atgongd til Europa við sigrinum í Løgmanssteypinum. Tí hevur B36 væl meiri at spæla fyri, og tað vænti eg eisini kemur til sjóndar á vøllinum.

07 Vestur-TB X
Ein sera opin dystur. Gamaní vunnu tvøramenn í Klaksvík herfyri, men tað er ikki so lætt at vinna á Dungasandi, og enn hava vágamenn ein møguleika at yvirliva í deildini. Tí vænti eg ein javnan dyst, sum endar við javnleiki. Men TB kann eisini fara avstað við øllum.

Kelda www.fsf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder