2013-08-29 23:09
Leivur Frederiksen frá KVF tippar, at øll heimaliðini vinna í 21. umfari.
Steypavinnarin Víkingur er í stórformi. Umframt steypasigurin leygarkvøldið, hevur Víkingur vunnið fýra dystir á rað. Millum hesar fýra eru tveir útisigrar á HB og KÍ. Tá tað er sagt, so er tað meira enn so komið fyri, at lið hava tikið fótin av speedaranum, tá tey hava vunnið steypakappingina. Eg vænti tó, at Sigfríður Clementsen og Víkingur halda stiman og vinna á NSÍ.
KÍ - TB 1
Nú er langt síðan, at KÍ vann ein dyst. Tað er øgiliga langt síðan. Eg vænti tó, at hann kemur í hesum umfarinum. KÍ hevur ment seg seinastu tveir dystirnar, tá teir fingu javnleik móti oddaliðunum, HB og ÍF, og um teir vísa sama spæl, er tað nokk til at vinna á TB, sum tykist at hava mist flogið.
EB/Streymur - 07 Vestur 1
EB/Streymur er greiðasti favoritturin í hesum umfarinum, og motivatiónin burdi verið í topp, tí við tapinum fyri Víkingi í steypafinaluni, er tað framvegis óvist, um EB/Streymur klárar spæla seg til evropeiskan fótbólt. Skulu teir tað, skulu teir eisini hava trý stig móti botnliðinum.
HB - B36 1
Fyri nøkrum døgum síðan metti eg, at hesin dysturin fór at enda við javnleiki ella B36-sigri. B36 hevur havt viðvind seinasti dystirnar, og spælið er nakað av tí frægasta, sum teir hava víst í alt ár.
HB tykist at vera í einum lítlum aldudali, sum tó ikki fer at kosta teimum FM. Teir lata nógv mál inn, og vóru eitt sindir hepnir at fáa stig í Klaksvík. Tó skal einki takast frá hugburðinum sum er góður, tá man kemur aftur frá 0-3.
B36 hevur tríggjar leikarar sum hava karantenu. Málverjin og báðir miðverjarnir. Tað fer at ávirka liðið ov nógv, og tí vænti eg, at HB fær øll trý stigini.
ÍF - AB 1
Hesin dysturin verður helst tættur. AB hevur ment seg ótrúliga nógv, og teir vóru óhepnir ikki at fáa eitt ella trý stig í Gundadali móti B36.
ÍF er á heimavølli og fuglfirðingar skulu vinna, um teir skulu halda lív í FM-dreyminum. Eg vænti ein heimasigur, men neyvan við meira enn einum máli.
Skrivar FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald