Ítróttur

Una: Vit vóru sera óheldigar í álopinum

...

2015-01-25 04:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin millum Kyndil og VB, hittu vit Unu Nolsøe hjá VB.

Vit spurdu hana hvat tað var, sum gjørdi at tær taptu í dag.

Sí myndir frá dystinum her.

- Vit vóru sera óheldigar í álopinum, verjan riggaði fínt, men hon haltaði til tíðir. Men fyrst og fremst var tað, at bóltarnir ikki vildu inn.

Vit spurdu hana so, hvar tær skulu broyta til dystin í Vági.

- Vit høvdu áskoðarnar við í dag, men vit hava meira áskoðarar í Vági, og tað hjálpir altíð. Umstøðurnar verða betri.

Les eisini: Turið: Vit høvdu eina sera stinna verju.

Til seinast spurdu vit hana, hvat tað hevði at siga, at Gintare fekk máll uppá tríggjarmetrakast, tá tíðin var farin.

- Tað hevur nógv at siga, eitt mál er øguliga lítið, helst tá man skal spæla í Vági, tí øll hava tað trupult at spæla har, so tað var sera gott, at hon fekk minkað munin niður á eitt mál, segði Una við JN.fo beint eftir fyrra hálvfinaludystin.

Les meira um dystin her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder