Politikkur

Umhvørvisátak í Vága Kommunu

...

2016-10-30 10:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað kennist hugstoytt at síggja niður yvir gamla grótbrotið norðan fyri Sandavág.

Dungarnir av óruddið bara veksa og hetta tykist vera púra óskipað, alt í einum stórum hurlivasa.

Longur heima í bygdini, standa trý skeltir sum vísa á nakað annað, nevniliga ???Best Røkta Bygd???. Vit kunnu siga at grótbrotið er baksíðan av medaljunum.

Tað seinasta skelti sigur 2008, tvs. fyri 8 árum síðan, árið eftir vóru bygdirnar Sandavágur, Miðvágur og Vatnsoyrar lagdar saman í eina kommunu, og síðan hevur gingið niður á bakka, hvat umhvørvis óruddið viðvíkjur bæði her í grótbrotinum og á havnaløgunum inni í Miðvági.

Í oktober í fjør heitti eg munnliga á ein av býráðslimunum um at gera nakað við hetta, og kom við einum uppskoti hvussu hetta kundi skipast.

Stutt eftir blivu vit vitnir til at ein eldsbruna í eini bingju har norði, sum tíbetur spældi væl , smádreingir høvdu spælt við eld. Hendingin lá á knívseggini til at koppa yvur til eina syrgiliga vanlukku.

Tá sendi eg beinavegin sama kvøld ein teldupost til sama býráðslim, sum beinavegin sendi teldupostin víðari til borgarstjóran. Hetta var 23. oktober 2015.

Hetta er nú eitt ár síðan og her er onki hent enn, tann betra vegin,

Allar kommunur skulu sambært lóg, halda almenn økið rein og ruddilig og hevur eisini skyldu til at áleggja privatum at halda egið tún og uttandura økir rein og ruddlig.

Tað eru lógir og kunngerðir um hetta: Løgtingslóg um nátturufriðing, Kunngerð um burturkast og Kunngerð um umhvørvisreglur.

Hesar lógir og kunngerðir vera ikki hildnar í dag.

Mítt uppskot er tí, at grótbroti norðan fyri Sandavág, verður rudda beinavegin, helst áðrenn valið, tað mesta av tí sum sløðist har norði hoyrir heima hjá IRF.

Tað planerða økið má girðast við høgum hegni, so óviðkomandi ikki hava atgongd, og økið kann síðan brúkast sum goymsla hjá Vága Kommunu, privatum vinnufyritøkum og einstaklingum.

Hetta kann skipast við innhegnaðu básum við portri, inni í tí avbyrgda økinum. Vinnufyritøkur og einstaklingar, kunnu so leiga seg inn og gjalda pr.fermetur.

Tað næsta sum síðan skal henda er ein upprudding á havnaløgunum í Miðvági, sum standa stúðstappa við bæði kommunalum og privatum óruddið, sum í fleiri førum er klárt at koyra til IRF.

Nú er tað, at longu ætlaða klárgjørda grótbroti í Sandavági skal takast í brúk, og alt tilfar o.a sum stendur á havnalagnum verður koyrt norð í Grótbrotið, har vinnufyritøkur og einstaklingar, kunnu leiga goymsluøkið í Grótbrotinum, restin fer til IRF.

Í høvuðsheitum skal onki órudd standa uttanfyri nakran vinnubygning á havnalagnum, og har tað stendur av praktiskum ávum, skal tað girðast inni.

Tað triðja átakið, viðvíkjandi óruddið er á privatum økjum, í túnum og gørðum.

Tað má farast undir eitt átak at fáa uttandura órudd á privatum økjum, burturbeint til IRF ella annað stað.

Aftur her kemur Grótbrotið norðan fyri Sandavág inn í myndina, sum goymlsuøkið hjá privatum ímóti gjaldið pr. fermetur.

Eg haldi henda óskipaða goymsla av brúkslutum og óruddið er serliga nógv útbreidd á privatum økjum í Miðvági, og farast má undir eina tilgongd við ætlanar skrivum um órudd, til privatfólk, í øllum trimun bygdunum í Vága Kommunu beinavegin.

Miðast skal fram ímóti at Miðvágur er reinasta bygd í Føroyum innanfyri komandi valskeið. Sandavágur hevur fingið hendan heiður 3 ferðir, nú er tíðin komin til at uppnáa tað sama fyri Miðvág.

Umhvørvið er umsorgan, heilsa og trivnaður, og skullu vit trívast í Vága Kommunu, er tað avgerandi, at umhvørvið verður raðfest hægri enn tvey tey undanfarnu valskeiðini.

X við Lista V ??? Ein sterk eind ??? Vælferð, Ábyrgd, Gróður, Atlit.

Jan Erik Simonsen, valevni á Nýggja Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder