KVF skrivar:
Tað fer at kosta omanfyri 40 milliónir krónur at umvæla Ellis- og røktarheimið á Sýnini í Vágum, og ikki 30 milliónir, sum mett varð frammanundan.
Ellis- og røktarheimið á Sýnini í Vágum kostar væl meira at umvæla enn upphæddin, sum landið hevur játtað kommununum.
Landið játtaði upprunaliga 31,5 milliónir krónur í studningi og rentufríum láni, tá Sørvágs og Vága kommunur í 2014 yvirtóku heimið.
Nú heimið skal umvælast, siga kommunurnar, at umvælingin fer at kosta kosta 10 milliónir meira, altso omanfyri 40 milliónir krónur.
SÍ EISINIArbeiðið at umvæla heimið á Sýnini verður boðið út
Kommunurnar søktu 30. september Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið um, at landið rindar helvtina av teimum 10 milliónunum, og at kommunurnar sjálvar rinda hinar fimm milliónirnar.
Í síðstu viku kom svarið úr Almannamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum, og tað er nei. Kommunurnar mugu sjálvar gjalda eykakostnaðin.
Landsstýriskvinnurnar, Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen, vísa á, at tað stendur longu í avtaluni, at møguligar meirútreiðslur eru landskassanum óviðkomandi, og tí fáa kommunurnar ikki meira pengar úr landskassanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald