Vinna

Umleið ein løntakari um dagin

...

2015-10-19 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í juli vóru 24.737 løntakarar, árstíðarjavnað, tað sama sum undanfarnu tveir mánaðir. Tað var á várið 2013 at vøksturin byrjaði í smáum, tá vóru 23.700 løntakarar, og var tað serliga summarið og heystið 2014 at vøksturin var uppá tað mesta, tá tað løgdust um 70 løntakarir til hvønn mánað. Síðsta hálva árið er ferðin í vøkstrinum minkað, trendurin vísir nú um 35 løntakarar fleiri um mánaðin, sum svarar til at vøksturin er ein løntakari um dagin.

Byggivinnan størsta prosentvøkstur
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.

Frá juli 2014 til juli 2015 eru 616 løntakarar fleiri komnir aftrat. Vøksturin er 2,5%.

Størsti prosentvøksturin er í byggivinnuni, har tað nú eru 3.508 fólk, 147 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er 4,4%. Í tali er tað í almennum tænastum at flest løntakarar eru komnir aftrat, í juli vóru 9.347 løntakarar í almennum tænastum og tað eru 257 fleiri enn í juli í fjør.

Í fiski- og alivinnuni er at kalla ongin broyting.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum


Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder