Vinna

Umhvørvisvikan - 2016

...

2016-04-20 10:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Orkar tú?

Minka um CO2-útlátið

Umhvørvisvikan 2016 stendur fyri durum, og í ár verða veðurlagsbroytingarnar settar á breddan saman við øktumCO2-útláti.Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku frá 7. til 14. mai.

- Veðurlagsbroytingarnar ávirka eisini okkum, og tað er greitt, at hvør einstakur borgari má kenna eina ábyrgd og gera tað, sum til ber at minkaCO2-útlátið, sum er høvuðsorsøkin til stóru broytingarnar um okkara leiðir og aðrastaðni eisini, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini.
Býráðspolitikarin fer at seta Umhvørvisvikuna leygardagin 7. mai á Vaglinum.

Okkara samfelag er sera nógv tongt at steinrunnum orkukeldum. Heimurin nýtir sera nógva olju og somuleiðis nógv kol. Hetta er dálkandi fyri umhvørvið, tí koltvísúrnið (CO2) økist í luftini. Tískil verður alsamt heitari á jørðini, ísurin kring pólarnar minkar, og hvørt ár verða ymisk veðurfyribrigdi støðugt ógvusligari.

Við nútímans tøkni og við varandi orkukeldum ber til at fara burtur frá steinrunnum orkukeldum. Í Umhvørvisvikuni 2016 verður dentur lagdur á,hvat vit í felag, og hvat vit sum einstaklingar, húski, fyritøkur, virkir og stovnar kunnu gera til tess at minka orkunýtsluna og harvið eisini minka um okkara CO2-útlát.

Fleiri afturvendandi tiltøk eru eisini á skránni. Fólk kunnu ogna sær vælumtókta plantupakkan til setanina, og stóru felags ruddingardagarnir verða hesaferð fríggjadagin 13. mai fyri skúlar, virkir og stovnar í Tórshavnar kommunu og leygardagin 14. mai fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur.

Visit Tórshavn samskipar Umhvørvisvikuna vegnakommununa. Fyrispurningar verða at senda til[email protected]. Nærri útgreinað skrá kemur seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder