Leygardagin 2. mai byrjar Umhvørvisvikan 2015 hjá Tórshavnar kommunu. Evnið í ár er ???Náttúra og umhvørvi??? og snýr seg millum annað um, hvussu vit á bestan hátt verja okkara umhvørvi og halda tað reint og ruddiligt.
Vit siga ofta, at vit búgva í heimsins vakrasta landi, og úti í heimi eru Føroyar eisini kendar fyri sína vøkru, reinu og óspiltu náttúru. Okkara náttúra er nakað av tí besta, vit eiga, og tí mugu vit eisini at fara væl um hana.
???Samanborin við allan heimin gera vit kanska ikki nógv, men tað, sum vit kunnu gera í Føroyum, er at vísa øðrum, at vit í Føroyum vilja verja umhvørvið,??? sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Nátturu- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu.
Hetta kunnu vit millum annað gera við ikki at tveita rusk og órudd út í náttúruna og annars gera okkara til at halda umhvørvið reint og ruddiligt.
Á hvørjum ári varpar Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu ljós á ymiskt, sum viðvíkur okkara umhvørvi og hvussu vit á bestan hátt varðveita okkara umhvørvi. Umhvørvisvikan er øðrvísi ár um ár, men hon vísir alsamt á týdningin, tað hevur at fara væl um umhvørvið, sum okkara komandi ættarlið skulu arva eftir okkum.
Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu er farin at orða ein umhvørvispolitikk, har kommunan lítur fram í tíðina og fer at raðfesta og seta stevnumið innan øll øki, eitt nú drekkivatn, rusk, orku, og okkara náttúru.
???Tað skal koma av sær sjálvum, at vit hugsa umhvørvi, bæði tá ið vit tosa um tilfeingi, rusk, bygging og so framvegis. Vit skulu altíð hava umhvørvið við, og vit skulu velja tær loysnir, sum gagna umhvørvinum best. Soleiðis kunnu vit geva okkara børnum og landsins eftirkomarum eitt land, sum í minsta lagi er eins gott og reint og tær Føroyar, ið vit fingu frá okkara forfedrum,??? sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald