2017-08-31 09:12

Vaga.fo skrivar: Tað var ikki nøkur tespilig sjón, sum møtti fólki í góðveðrinum í morgun.
Onkur hevði tveitt tríggjar posar við havhesta fjaðrum og rovum norð í grótbrotið í Sandavági. Fuglur hevði sjálvandi sett á posarnar, so fjarðar rókust runt í økinum.
Kommunan heitir á fólk um at vísa samfelagssinni og beina alt avfall á umhvørvisplássið og ikki tveita tað í náttúru okkara.
Í grótbrotinum liggur eisini annað órudd. Kommunan fer í komandi viku at rudda grótbrotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald