Politikkur

Umhvørvisstovan: Uppmáting av Slættanesi

...

2015-07-07 19:19 Author image
placeholder

Herfyri staðfesti Umhvørvisstovan, at matrikulkortið á Slættanesi er ófullfíggjað. Fólk av matrikuldeildini á Umhvørvisstovuni hava tí verið á Slættanesi og mált alla bygdina upp.


Slættanes hoyrir til Sandavágs markatalsbygd. Men tá bygdin varð matrikulerað í 1967, vóru ongar uppmálingar gjørdar á Slættanesi. Í staðin varð matrikulkortið teknað eftir teimum loftmyndunum, sum tá vóru til taks. Avleiðingin av hesum varð, at matrikulkortið meira gjørdist ein skitsa enn ein neyv skráseting av eigindómunum.

Áhugin í Slættanesi er vaksandi, bæði hjá teimum sum varða av haganum, og teimum, sum brúka avtoftaðu bygdina sum frítíðarpláss. Tann vaksandi áhugin í bygdini førdi herfyri til, at Umhvørvisstovan skuldi taka støðu til ein ivaspurning um, hvør eigur lendingina á Slættanesi. Í sama viðfangi gjørdist greitt, at matrikulkortið fyri bygdina var ófullfíggjað, og at tørvur tí er á ábøtum. Umhvørvisstovan avgjørdi tí at fara á staðið at mála alla bygdina upp, so tær tørvandi ábøturnar kunnu gerast í matrikulkortinum.

Í seinastu viku vóru matrikulfólk av Umhvørvisstovuni á Slættanesi, og máldu alla bygdina upp. Uppmálingar verða vanliga gjørdar við útgangsstøði í avmerktum punktum við eini kendari positión. Hesi punktini verða nevnd fixpunkt. Á Slættanesi var einki slíkt staðfest fixpunkt, og neyðugt var tí at fara allan vegin niðan á Jatnagarðar eftir tí nærmasta. Men við góðari GPS-tøkni er einki óført. Eitt nýtt fixpunkt varð sett í fólkatómu bygdini, og positiónin á tí varð máld um somu leið, sum uppmálingarnar vórðu gjørdar. Nú er so eitt væl staðsett fixpunkt á Slættanesi, sum framyvir kann brúkast til allar uppmálingar í bygdini.

Á hesi leinkjuni er eitt myndasavn frá uppmálingunum á Slættanesi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder