Politikkur

Umhvørvið í Sandavági

...

2016-11-07 16:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú øll snakka um vetrarfriðing, haldi eg, nógv hava gloymt alt, ið liggur undir jørð. Tað er sum um, fólk hugsa bara um havarnar í kommununi. Vit hava eina kloakkskipan, sum ikki uppfyllir øll krøv. Miðvágur er næstan reinur, meðan Sandavágur haltar langt afturút.

Tað kann ikki verða rætt, at áirnar eru fullar í lorti. Eg veit væl, at hetta er nakað, sum kostar nógvan pening, men um vit vilja hava eitt reint umhvørvið, so haldi eg, at hetta má hava størri raðfesting. Ta?? nyttar einki at hava reinastu og vakrastu bygd, um áirnar eru skitnar. Í hesum tíðum tosa øll um, at børnini eru tað dýrabarasta, vit eiga. Vit mugu ikki gloyma, at tað eru tey, sum spæla á sandinum og í áunum. Tí eru tað eisini tey, sum føla svigan av hesum.

Tá eg hugsi um vatntrýst, tá hugsi eg um Sandavág. Vatntrýsti í Sandavági er ein stórur trupulleiki, i?? má loysast sum skjótast. Ta?? kann ikki vera rætt, at fólk í kommununi ikke hava nóg nógv trýst á vatninum, ella einki vatn hava, tá turkur er. Vit liva jú í Føroyum, sum nokk eru millum størstu regnhol í heiminum. Ta?? er ikki eitt val, at borgarin hevur vatn alt ári??, ta?? er ein fólkarættur í okkara samfelag.

Eg vil gera mítt til, at hesir trupulleikar koma í rættlag. Vatn og kloak skal raðfestast hægri í Vága kommunu. Um tú ynskir betri trivnað, vel so Trivnaðarlistan.

Turid Gaardlykke Davidsen

Valevni á lista B - Trivna??arlistanum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder